Ummæli
Fimta sjálvstøðuga bókini í røðini hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson er nú komin. Umhvørvið er meira heimligt enn nakrantíð, og eins og vanligt skal ein ikki lata seg lumpa av fremmanda titlinum, tí innihaldið og pallurin er Føroyar og føroyingar. Aftur hesa ferð hevur høvundurin valt at taka støði í søguligum hendingum og tilfari, og eftir mínum tykki kemur hann betri frá tí hesa ferð enn í nakrari av teimum undanfarnu.
Í allar mátar er Metusalem væl skrúvað saman, og hóast hon kundi verið stytt nakað við at strika summar av teimum ov mongu hvat-er-tað-nú-sum-er-hent-higartil endurtøkunum, so er plottið minst líka óvæntað, sum tað var í fyrstu bókini, Blíð er summarnátt á Føroyalandi – um ikki meira – og hetta, saman við valinum av evni, pallseting og einum nógv betri frágingnum máli (hóast rættlesturin aftur hesa ferð kundi verið betri), fær meg at halda, at Metusalem er tann higartil besta um Hannis Martinsson.
Tað er ikki góður siður at avdúka ov nógv, tá ið ein skal skriva um eina nýggja krimi, so tað fari eg ikki at gera. Men so frægt kann eg avdúka, at umframt at viðgera hernaðarútbyggingarnar í Føroyum og kalda kríggið, so eru allir høvuðspersónarnir í bókini hesa ferð føroyingar, og tað er nakað, sum eg júst havi saknað, eftir at hava lisið hinar fýra undanfarnu, sum komu út í hesi røð: Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990), Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Adventus Domini (2007), sum allar høvdu útlendingar í høvuðsleiklutunum – ið hvussu er teimum óndu. Eg var so smátt farin at halda, at ongin óndskapur býr í føroyingum, men tíbetur bjargar Jógvan Isaksen sær sjálvum og trúvirðinum í søgunum um Hannis Martinsson her á málstrikuni, og tað við lít. Við hesum stigi hevur høvundurin samstundis víst dirvi til at viðgera føroyingar sum annað enn tugdar hugmyndir, vandaleysar og ofta hálvbýttar, og tað dámar mær væl.
Aðramáta eru nógvar tugdar málsligar vendingar, men hevur ein lisið hinar fýrar bøkurnar, so er onki óvanligt við hesum. Krimisøgur breggja sær vanliga heldur ikki av at vera háfloygd skaldskaparlist, og hóast summir rithøvundar hava roynt seg við at tvinna saman krimisøgur við aðrar skaldskapargreinir, dámar mær best tær einføldu og lætt frásøgdu av slagnum, sum tær hjá Jógavni Isaksen um privatdetektivin Hannis Martinsson. Sjálvsagt eru vendingar og brot, sum beinleiðis eru irriterandi illa skrivað, men eg haldi meg síggja, at tey fækkast fyri hvørja bók, og í Metusalem var tað ikki ofta, eg varð órógvaður í lesingini av hesum ávum. Eitt dømi um hesa upprudding, sum tykist fara fram fyri hvørja bók, er, at orðið “greidliga”, sum í ovurmát varð brúkt bæði í Krossmessu og Adventus Domini, hóast orðið at kalla ikki verður brúkt í talu, nú at kalla ikki kemur fyri. Soleiðis skal tað vera. Sum heild er betri javnvág millum talumál og meira óvanlig orð hesa ferð enn í teimum undanfarnu bókunum hjá Jógvani Isaksen.
Sum áður nevnt er plottið í Metusalem óvæntað, júst sum tað skal vera í eini krimisøgu. Eitt sum ger, at plottið hepnast so væl hesa ferð, er eisini valið av søguligum tilfari. Lesarin ivast til síðstu síðu um, hvussu langt aftur í tíðina brotsverkið/brotsverkini stinga, og val høvundsins at brúka hernaðarútbyggingarnar í Føroyum og kalda kríggið sum søguligt grundarlag, styrkir munandi meira um trúvirðið í frásøgnini enn eitt nú italskir rúsevnasmuglarar, víðgongd útlendsk umhvørvisfólk og ikki minst miðaldarligar losjur a la Da Vinci loyndarmálið eftir Dan Brown. Vit eru, sum eg longu havi róð framundir, aftur har, sum Blíð er summarnátt á Føroyalandi slepti, bara betri og við eini nógv størri vitan um og innliti í persónin Hannis Martinsson og hansara virksemi, bæði í starvsligum høpi og privat.
Eitt er tað, at Jógvan Isaksen nú loksins hevur lagt til merkis, at føroyingar ikki bara eru fittir og einfaldir. Eitt annað er, at kvinnur fyri fyrstu ferð hava avgerandi leiklutir í søgugongdini, og Hannis Martinsson tykist eisini vera komin til eitt vegamót í lívi sínum, har tú nú av álvara ivast í, um hann kann halda fram við sínum lívshátti eina heila skaldsøgu aftrat. Í grundini er tað nógv, sum bendir á, at Hannis Martinsson er á veg úr tí mannfólkaheiminum, sum vit í krimisøguhøpi kenna best frá bókunum hjá eitt nú Raymond Chandler og Gunnar Staalesen, yvir í tann meira núligan javnstøðuheimin, sum vit kenna frá bókunum hjá Lizu Marklund og Stieg Larsson. Hetta styrkir eisini um trúvirðið, tí søgan fyrigongur fyrst og fremst í samtíðini, og skal samtíðin verða trúlig, so má samsvar vera millum tað skrivaða og tað, sum fer fram í samtíðini, nevniliga tað, at eisini føroyska kvinnan er meira sjónlig í dag, enn hon var fyri nøkrum árum síðan – ið hvussu er í Havn, har Hannis Martinsson eisini býr.
Tey leikandi í Metusalem eru stórt sæð tey somu sum í teimum undanfarnu bókunum, Hannis Martinsson í høvuðsleiklutinum, sjálvandi, Duruta, sum Hannis eigur dóttrina Turið saman við, vinfólkini Karl, kriminalovastin, og kona hansara Katrin, Haraldur, Sanna og Edmund West, søgufrøðingurin – og ikki at gloyma: Karin Dapurklett. Tað er sjálvandi ein fyrimunur at hava lisið allar, ella í minsta lagi nakrar av teimum undanfarnu bókunum, skal ein fáa fult virði fyri pengarnar. So fáa persónarnir loksins sítt egna lív í huganum hjá lesaranum, og nú er tað minst líka spennandi at bíða eftir, hvat fer at henda teirra millum í næstu bók, sum tað er at bíða eftir einari nýggjar gátu, einum nýggjum brotsverki, sum bert Hannis Martinsson megnar at loysa.
Fari at enda við at biðja forlagið syrgja fyri betri rættlestri næstu ferð. Eitt nú er tað beinleiðis troyttandi, at síggja innihaldsyvirlitið (hví er tað í grundini við?), har øll síðutølini eita 00. Hetta hoyrir tó til smálutirnar, sum á ongan hátt skulu taka nakað frá bókini, sum eg við góðari samvitsku kann viðmæla teimum, sum dáma góðar krimisøgur.