Hallgerð Arge Hansen
Í Dimmu 10. jannuar 2001, um at gera royndir við innlæringini.
Ingvard Lundberg, Psykologiska institutionen, Gøteborgs universitet, greiddi í einum fyrilestri, hann helt í november 2000, frá altjóða kanningum um lesiførleikan hjá vaksnum fólki í 22 londum.
Heitið á fyrilestrinum var nakað soleiðis: Kunnu altjóða samanberingar hjálpa okkum at skilja, hvussu vit læra at lesa.
Tá ið talan var um donsk børn, sum lósu so illa í 3. flokki, men kláraðu seg væl í 8. flokki, kom Ingvard Lundberg inn á, at summi úrslit kunnu vera ivasom, tí kanningarnar vóru gjørdar á enskum og amerikonskum grundarlagi, har ikki var hugsað um munin millum stavihátt og tað talaða málið í teimum ymisku londunum og tann møguleika, at uppgávurnar kunnu vera mistulkaðar.
Tað er týdningarmikið, at bólkarnir, sum verða kannaðir, kunnu vera samanbornir, hava sama sosiala og mentanarliga grundarlag, og at innihaldið hóskar til tað mentanarliga grundarlag, børnini hava.
Tað er heldur ikki vist, at børnini hava skilt tað, tey lesa, sjálvt um tey lesa raðið.
Um lesiførleikan hjá vaksnum fólki í teimum 22 londunum vísti hann á, tá ið talan var um lesa prosa, lá Danmark sum nr. 8.
Tá ið talan var um yrkisbókmentir lá Danmark sum nr. 3, Noreg og Svøríki lógu sum nr. 1 og 2, og tá ið talan var um lesa hagtøl og viðgera tey, lá Danmark sum nr. 2. Bara 10% danskarar lósu sum børn í 3. flokki.
Í USA, Stórabretlandi og Nýsælandi lósu meira enn 20% av teimum vaksnu sum børn í 3. flokki.
Hevur tað tí so stóran týdning, at tey lósu so illa í 3. flokki?
Lundberg vísir til hesar keldur:
1992 Elley, W,E How in the World do students read?
Haag: IEA
2000 Gabrielsen, E Slik leser voksne i Norge
Stavanger: Senter for leseforskning
1992 Lundberg, I Linnakyla, P
The teaching of reading around the world Haag: IEA
2000 OECD and Statistics Canada
Literacy in the information age: Final report of the Adult Literacy survey Paris: OECD
Eg havi sjálv gjørt eina lesikanning við umleið 150 børnum úr 3. flokkum kring landið.
Ein norðurlendskur granskari hevur verið uppi í millum annað fyri at tryggja, at ein partur av úrslitunum kunnu verða borin saman við onnur Norðurlond.Uppgávurnar eru lagaðar, so tær hóska til okkara børn. Endamálið við hesi kanning er millum annað at vita, um til ber at fáa eyga á nøkur heildarmynstur og viðgera tey í einari almennari frágreiðing. Eitt annað endamál er at fáa eyga á, um stórur munur er á børnunum og soleiðis geva tí einstaka barninum ta avbjóðing, tað hevur tørv á, bæði tí barninum, sum er sera væl fyri og tí barninum, sum hevur stuðul fyri neyðini.
Men eg kann nevna, at júst tað, at børn kunnu lesa raðið, hóast tey ikki skilja innihaldið í tí, tey lesa og øvugt, at børn lesa illa upp og kortini skilja væl innihaldið í tekstinum, kom týðuliga fram her.
At tað er komið út í orð, at donsk børn í 3. flokki lesa so illa, hevur gjørt, at størri dentur verður nú lagdur á byrjanarlesingina í donskum skúlum.
Endamálið við einari lesikanningini í byrjanarundirvísingini eigur at vera at finna fortreytir og møguleikar hjá tí einstaka barninum og at laga undirvísingina, so at hon hóskar til øll børn, tí øll børn kunnu læra, sum Hanus Joensen eisini nevnir, men øll børn í einum fyrsta flokki eru ikki á sama menningarstigi, og tað er av størsta týdningi at hava í huga.
Tað er eisini ymiskt, hvørjar lesiteoriur og hvørji prinsipp lærarin hevur um lesitilgongdina.
Her vil eg vísa til greinina Ymisk sjónarmið um at lesa, sum stóð í skúlablaðnum nr. 7 desember 2000.










