Viðmerkingar til Sunnevu Tyril og Beintu Petersen

Annemi Joensen
????
Tá eg avgjørdi at skriva lesarabræv umhandlandi politisku avgerðina at seta útbúgvingina til heilsuatstøðing á stovn í Føroyum, var ikki ætlanin at niðurgera heilsuatstøðingarnar , teirra arbeiðið, og teirra útbúgving. Ei heldur var ætlanin at leggja upp til manglandi samstarv fakbólkarnar ímillum. Tí samstarv eigur og skal vera millum allar fakbólkar innan, í hesum føri, heilsuverkið.
Heldur var ætlanin við at gera nakrar viðmerkingar, út frá einum landsbúskap-arligum - og einum tørvsjónarhorni.
Tí er tað spell, at Sunneva Tyril og Beinta Peter-sen, taka bræv mítt sum eitt: "...óhøviskt álop.." sitat enda, á heilsuatstøð-ingar og teirra útbúgving. Tað harmist eg um.
Heldur var ætlanin, at fingið eitt aftursvar frá teimum politisku myndugleikum, sum vara av hesi avgerð.
Tó føli eg meg noydda at gera nakrar viðmerkingar til aftursvarini frá omanfyri nevndu kvinnum.
Tó, fyrst vil eg nýta høvi til at fáa svara einum av teimum spurningum, eg setti í lesarabrævinum. Sunneva Tyril skrivar, at hennara fakfelag hevur verið við til at leggja heilsuat-støðingaútbúgvingina til rættis. Kanska er hon tí før fyri at svara mær, um, í brævinum nevnda, tørvskanning er gjørd. Um so ? nær er hon gjørd, og hvat hon vísti.
Harnæst, tá eg verið endurgivin fyri at meta heilsuatstøðingarútbúgvingina fyri at vera vánaliga, havi eg trupult við at kenna tað aftur. Eg havi skrivað: "...lægri vitanarstøðið ? útbúgvingina til heilsuatstøðing, heldur enn at gera meira brúk av eini vitansframleiðslu á einum hægri vitanarstøði.." sitat enda, "... sjúkrarøktarfrøðingarnir hava eina stórri og breiðari vitan enn heilsuatstøðingarnir...." sitat enda. Hettar er nú einaferð so: Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er ein bachelorútbúgv-ing, meðan heilsuatstøð-ingaútbúgvingin er ein miðnámsútbúgving.
Sunneva Tyril skrivar: "....hvør skal gera tað (praksis), tá alt sjúkrarøktararbeiðið verður gjørt av høgt lærdum frøðingum...". Hvat hon her sipar til, havi eg trupult at skilja. Men um hon heldur at heiti frøðingur fer at viðføra, at sjúkrarøktarfrøðingar flyta seg frá sjúklinginum, má tað skildast manglandi vit-an um nýggju sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina. Sum Sunneva Tyril sjálv skrivar, so merkir frøði vísind. Vísind ger ein meira vitandi um, í hesum føri, hvørji faklig krøv skulu gangast á møti, fyri at passa sjúklingar optimalt. Tí flytir nýggja útbúgvingin sjúkrarøktarfrøðingin enn nærri at sjúklinginum.
Sunneva Tyril tulkar spurningar sum pástandir. Mær vitandi er hettar ikki so. Heldur eru teir upplegg til onnur at svara uppá/ hugsa um. At Sunneva Tyril heldur nakað annað, má standa fyri hennara egnu rokning. Sama er galdandi fyri hugflog. Tað er, sum hon sjálv sigur, frítt.
Tey starvsumráðir, sum Sunneva Tyril nevnir, sum umráðir har heilsuatstøðingar í dag starvast, eru kend sjúkrarøktarøkir. At heilsuatstøðingar arbeiða innan hesi økir, skildast, sum Sunneva Tyril sjálv er inni á, tí sjúkrarøktarfrøðingar ikki søkja hesi størv. Mest sannlíkt er, tí allar eru í øðrum størvum ? tað eru ongir arbeiðsleysir sjúkrarøktarfrøðingar. Tí er trupult at mannað leys sjúkrarøktarfrøðingistørv. Eg dugi ikki at síggja, at nevnd verða nøkur nýggj røktarumráðir, serliga ætlað heilsuatstøðingum.
Seinast so skrivar Sunneva Tyril: "..... heilsuatstøðingar eru fleksiblir og ágrýtnir og kunnu brúkast allastaðni í heilsuverkinum...." sitat enda, eisini skrivar hon at: ".....vælvirkandi starvsbólk, sum kann fara til verka, hvar tað skal vera í heilsiverkinum". Sitat enda. Um hon við hesum vil siga, at hettar ikki er galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar, skal eg lata vera ósagt. Men mær vitandi gongur sjúkrarøktarfrøðingurin eisini nevndu krøvum á møti.
Tað er møguligt, at heilsuatstøðingar eisini fara at tulka hesar viðmerkingar sum enn eitt álop á teir. Tað er ikki ætlanin, men væntast kann at, sum orðatakið sigur " som man råber i skoven, får man svar". Tí tær viðmerkingar, sum , í brævinum nevndu kvinnur, gera, leggja heldur ikki upp til samstarv. Hettar leggja tær sjúkrarøktarfrøðingum til last. Men tað er altíð lættari at rópa: "Góða mamma, tað var ikki eg. Børnini tey skumpaðu meg". Ella heldur at "fara eftir manninum heldur enn bóltinum".