Viðmerkingar til skriving um sjómansprestastarvið

   

Í lesarabrøvum í bløðunum eru komnar atfinningar móti Mentamálaráðnum og móti landsstýrismanninum í mentamálum í sambandi við setan av sjómansprestastarvinum í Hull. Í hesum sambandi verða hesar við-merkingar gjørdar til atfinningarnar.
Málið um føroyskan sjómansprest varð reist fyri Mentamálaráðnum 5. juli 2001, tá Føroyska Sjómanskirkjan sendi áheitan til Landsstýrið um at skipa eitt føroyskt sjómansprestastarv. Føroya biskupur, Hans Jacob Joensen, gav áheitanini sítt besta viðmæli. Áðrenn politisk støða varð tikin til málið, var ein arbeiðsbólkur settur at lýsa og greina allan spurningin um eitt føroyskt sjómansprestastarv. Arbeiðsbólkurin skrivaði eitt útgreinandi álit, og álitið var handað landsstýrismanninum tann 21. desember 2001. Seinni varð álitið latið øllum løgtingslimum.
Í álitinum var arbeitt við tveimum møguleikum:
1)at stovnseta sjómansprestastarvið undir føroyskari fólkakirkju, ella
2)at skipa sjómansprestastarvið undir verandi skipan.

Tað er óneyðugt at nevna, at landsstýrismaðurin í mentamálum vildi ynskt, at Fólkakirkjan varð yvirtikin, og at vit sostatt kundu arbeitt við fyrsta møguleik-anum, men økið er tíverri ikki yvirtikið, og tí muga vit liva við verandi skipan.
Um sjómansprestastarvið skuldi stovnast, áður enn Fólkakirkjan varð yvirtikin, mátti hetta sostatt gerast undir verandi skipan, har allir prestar (og sjómansprestar) verða settir í Danmark eftir donskum sáttmálum. Hetta merkir t.d., at lønarviðurskifti, eftirlønir, trygging, røkt av starvsfólki o.s.fr. eru donsk málsøki burturav. Undir verandi skipan, tvs. so leingi Fólkakirkjan ikki er føroyskt málsøki, er setanarmyndugleikin hjá sjómansprestinum hjá Donsku Sjómanskirkjuni og ikki her í Føroyum. Herumframt skulu danskir sjómansprestar lúka somu treytir (og hava somu rættindi) sum danskir fólkakirkjuprestar, ið eru settir undir danska Kirkjumálaráðnum.
Føroya Landsstýri vildi vera við til at hjálpa landsmonnum uttanlands (sjómonnum, lesandi og føroyingum annars), og tí var uppskot um játtan til stuðul til Føroysku Sjómanskirkjuna við á eykajáttanar-løgtingslógini fyri februar 2002. Sum grundarlag fyri støðutakan til játtanina lá notat og álitið, sum arbeiðsbólkurin hevði handað landsstýrismanninum.
Í notatinum stendur greitt, at Danska Sjómanskirkjan er setanarmyndugleiki, og at uppgávan hjá Føroysku Sjómanskirkjuni er at útvega fólk, og at endurrinda Donsku Sjómanskirkjuni tann partin av útreiðslunum, sum partarnir gera avtalu um. Í notatinum stendur eisini, at Føroyska Sjómanskirkjan ynskir, at føroyingar sjálvir gjalda lønina til ein sjómansprest, soleiðis at føroyingar eisini kunnu avgera, hvør ið settur verður. Og í álitinum stendur at lesa á s. 12: "Verður stuðul játtaður føroysku sjómanskirkjuni, innan fólkakirkjan er yvirtikin, so verður stuðulin at gjalda sum blokkstuðul til føroysku sjómanskirkjuna. Føroyska sjómanskirkjan ger neyðugar avtalur við donsku sjómanskirkjuna um setanarviðurskifti og starvsøkið hjá sjómanspresti."
Føroyska Sjómanskirkjan gjørdi samstarvsavtalu við Donsku Sjómanskirkjuna. Mentamálaráðið hevur, eftir tilmæli frá Føroysku Sjómanskirkjuni, góðkent hesa avtalu. Samstarvsavtalan millum føroysku og donsku sjómanskirkjuna hevur við sær, at føroyingar endurrinda Donsku Sjómanskirkjuni fyri kostnaðin av lønini til sjálvan prestin, og danir gjalda restina av rakstrinum av kirkjuni, herundir løn til hjálparfólk, bústað hjá presti, leigu av kirkju v.m.
Í samstarvsavtaluni millum føroysku og donsku Sjómanskirkjuna stendur, at Føroyska Sjómanskirkjan og kirkjuliðið í Hull skula ávíkavist innstilla og koma við úttalilsi um setan av sjómanspresti, og at Danska Sjómanskirkjan setur starvið.
So leingi sum Fólkakirkjan er danskt málsøki, er og verður setanarmyndugleikin í Danmark. Tað hevur ongantíð verið ætlanin at flyta setanarmyndugleikan til Føroysku Sjómanskirkjuna ella til føroyskan myndugleika, so leingi sum fólkakirkjan ikki er yvirtikin. Mentamálaráðið og landsstýrismaðurin hava tískil heilt einfalt ikki heimild at leggja seg út í setanina.
Tað hevur eisini verið ført fram, at føroyski skattgjaldarin skal gjalda fyri hátíðarhald hjá Føroysku Sjómanskirkjuni sunnudagin tann 14. september á Glyvrum. Hetta er ikki beint. Føroyska Sjómanskirkjan hevur fingið markaðan stuðul á Løgtings-fíggjarlógini til at gjalda løn til sjómansprestin í Hull. Grannskoðaður roknskapur fyri stuðulin fyriliggur, og vísir hesin rokn-skapur, hvussu nógv er nýtt til løn. Ónýtt játtan, tvs. alt avlopið, verður at flyta aftur til landskassan. Hátíðarhaldið á Glyvrum verður ikki goldið av hesi játtan, og sostatt ikki av føroyska skattgjaldaranum.
Eg skal enn einaferð loyva mær at nevna, at eg fyrst og fremst vildi ynskt, at vit høvdu fingið okkara egnu føroysku fólkakirkju, og harvið eina føroyska sjómanskirkju, sum kundi samstarvað á jøvnum føti við norðurlendsku sjómanskirkjurnar. So kundu vit sloppið undan slíkum fløktum loysnum sum her við sjómansprestinum í Hull. Men soleiðis gekk tað ikki, og tí valdu vit, eftir tilmæli frá Føroysku Sjómanskirkjuni, ta næstbestu loysnina. Hetta varð gjørt, fyri ikki at forkoma málinum. So leingi Fólkakirkjan ikki er føroyskt málsøki, er og verður sjálvur setanarmyndugleikin uttan fyri okkara myndugleikaøki, og hetta fær landsstýrismaðurin einki gjørt við. Hetta merkir so eisini, at ein møgulig kæra frá umsøkjara um setan av sjómansprestastarvinum eigur at verða send til Donsku Sjómanskirkjuna ella møguliga til danska umboðsmannin.
Hinvegin vil eg fegin fáa lýst, hvat ið er farið fram í mun til sjálva avtaluna, eitt nú um nakað er at viðmerkja um avtalugrundarlagið, og fari eg tí at biðja um eina frágreiðing frá Føroysku Sjómanskirkjuni hesum viðvíkjandi. Harafturat haldi eg, at tað er rætt longu nú at eftirmeta avtaluna, og ætli eg mær tí at heita á tann arbeiðsbólkin, ið skrivaði álit um føroyska sjómans-prestastarvið, at taka sær av hesum.
Hetta mál er ein avleiðing av, at kirkjan ikki er yvirtikin. Men kanska verður støðan ein onnur, tá starvið skal setast av nýggjum um trý ár. Tá hava vit vónandi eina føroyska fólkakirkju, sum kann samstarva á jøvnum føti við eitt nú donsku fólkakirkjuna og donsku sjómanskirkjuna.