Viðmerkingar til kjaksending í ÚF 22. juni, 2004 um toskastovnin undir Føroyum

Dánjal Petur Højgaard

Eftir at hava hoyrt kjaksendingina millum Jón Kristjansson og Petur Steingrund, kann eg eg ikki bara mær fyri nøkrum fáum viðmerkingum. Lat meg fyrst siga, at eg í útgangsstøði haldi, at tað er gott við kjaki, tí tá kann viðkomandi kunnleiki verða lagdur fram fyri almenningin til støðutakan. Somuleiðis hevur ein og hvør rætt til at hava egin sjónarmið - eisini Jón Kristjansson um toskastovnin undir Føroyum. Stóri trupulleikin er bara tann, at Jón tykist ikki hava nóg góðan kunnleika um serstøku viðurskiftini undir Føroyum til at kunna verð tikin fyri fult í sínum niðurstøðum um føroyska toskastovnin. Hetta kom skilliga fram undir orðaskiftinum í útvarpinum. T.d. táið t.d. Petur Steingrund , sum í fleiri ár hevur gjørt gjølligar kanningar av føðini hjá toskinum undir Føroyum, greiðir frá úrslitum sínum. Tølini vísa greitt, at smáfallandi toskurin inni á landgrunninum etur nebbasild og krabbadjór, meðan størru toskarnir útiá landgrunninum eta hvítingsbróðir og svartkjaft. Tá ið Petur tekur hetta við inn í kjakið - úrslit frá túsundavís av toskamagum - hendir tað, at Jón púra blankt avvísir hesi fakta sum ?ren skrivebordsbiologi?! Aðrastaðni í sendingini smæðist hann ikki fyri at velja frítt eftir tørvi leys argument (?dette er almindelig biologi?...) at stuðla sínum egnu sjónarmiðum um at fiska sum mest. Hesin kjakháttur hansara gav mær satt at siga ein stóra skelk - og fær meg at øtast yvir, at myndugleikar okkara veruliga hava havt tílíkan ráðgeva á lønarlistanum. Ein, ið eftir hesum úttalilsum at døma, hvørkii hevur kunnleika til ei heldur vil lurta eftir gjølligum føroyskum kanningum á hægsta vísindaliga stigi!
Føroysku kanningarnar føra til tilmæli um partvísa verju av teim stóru toskunum - soleiðist at føroyski fiskimaðurin kann fáa fleiri tons uppá land. Hetta eftir at ein uppvøkstur av toski eisini hevur verið úti á landgrunninum, har størri fiskurin ferðast. Fyri at gera stutt av, kann takast samanum soleiðis: verður veiðitrýstið so hart, at ongin toskur sleppur út á grunnin, ja so lissa føroyingar týðandi mongd av toskaveiðu! Sambært føroysku kanningunum kann upp til ein triðjing meira fáast burturúr, sammett við, tá ið fiskað verður ov hart. Vit kunnu við ávísum fyrivarni samanbera hesa støðu við seyðahald í Føroyum. Heyst, vetur og vár er seyðurin á bønum inni í bygdunum. Um summarið verður seyðurin sleptur út í hagan at fáa meira gras, so lombini kunnu vaksa upp. Hvør seyðahaldari hevði latið áseyð og lomb verið gangandi heima á bønum um summarið, meðan grasið í fjøllunum vaks og vaks uttan at verið etið? - Tað er hetta sum hendir, um toskurin ikki sleppur út á landgrunnin at fáa fatur á føðini har.