Tað er av alstórum týdningi, at meiri samfelagsgransking verður gjørd, sum kann vera við til at leggja eina kós fyri føroyskum politikki. Her eru nógvir áhugaverdir spurningar umrøddir. Men eftir mínum tykki hava tey, ið hava skrivað bóklingin, ikki gjørt nóg nógv burtur úr, at tað serliga eru kvinnur, sum lesa á universiteti og fáa sær vinnuútbúgvingar í Danmark (sí mína versión av mynd 2). Tað eru eisini næstan líka nógvar kvinnur sum menn, sum hava universitetsútbúgving, og nógv tey flestu við vinnuútbúgving eru kvinnur (sí mína versión av mynd 3).
Í bóklinginum er ein visualisering av hesum myndum. Fyri tann, ið ikki lesur so gjølla, gevur henda visualisering eina mynd av, at tað eru flest menn ið taka langa útbúgving, og at nógv fleiri menn hava langa útbúgving. Hetta kemur av, at ávikavist menn og kvinur eru prosentroknað fyri seg. Tíverri er ongastaðni sagt, hvussu nógv hava svarað (N er ikki nevnt), men á bls. 6 stendur, at av øllum føroyingum í Danmark eru 35 % mannfólk, og 65 % konufólk. Eisini stendur á bls. 4, at fráfallini eru óskipað. Tí kunnu vit rokna við, at av teimum, sum hava svarað, eru 35 % mannfólk og 65 % konufólk. Vit kunnu tí seta talvuna uppaftur, soleiðis sum eg havi gjørt. Hetta gevur tvær myndir, ið betri samsvara betri við tað, tey flestu munu halda seg vita: Tað eru genturnar, sum fáa sær útbúgving (mín mynd 2) - og tann størsti bólkurin, sum er í Danmark, eru kvinnur við miðallongum hægri útbúgvingum (mín talva 3).
Hetta hevur týdning fyri tann politikk sum má førast, um vit skulu fáa tey við góðari útbúgving aftur til Føroya. Tað man geva best úrslit at trola eftir kvinnum. Tað gerst best við at gera føroyska samfelagið til eitt kvinnu- og familjuvinaligt samfelag. Eisini ræður um at geva fleiri møguleika til hægri lestur í Føroyum, og at styrkja tað fakliga umhvørvi, so tað kann verða áhugavert at búseta seg her á klettunum.