Finnleif Guttesen fýlist í grein síni í seinastu viku á, at kommunufeløgini framhaldandi finna seg í, at landið áleggur kommununum eyka útreiðslur og samstundis minkar um inntøkumøguleikarnar hjá kommununum. Somuleiðis sigur hann at einki kommunufelag við virðing fyri sær sjálvum kann finna seg í hesum.
Finnleifi Guttesen til kunningar, hevur Føroya Kommunufelag ferð aftaná ferð gjørt vart við hendan trupuleikan. Í fyrsta lagi sum skrivligt svar, í samband við at uppskot frá landsstýrinum eru send felagnum til hoyringar. Í øðrum lagi hevur Føroya Kommunufelag biðið um fundir við millum annað trivnaðar- og fíggjarnevnd Føroya Løgtings. Tá ið hetta onga ávirkan hevur haft, hevur Føroya Kommunufelag til seinast gjørt vart við trupulleikan í fjølmiðlunum.
Føroya Kommunfelag kann bert svara fyri seg sjálvan, men staðfestast kann at Føroya Kommunufelag á ongan hátt góðtekur, at Føroya Løgting lóggevur niður í kommunukassarnar eftir peningi, uttan í samráð við kommunurnar.
Somuleiðis kann staðfestast at landið ikki leggur lunnar undir nakað fyrimyndarligt samstarv, tá ið samráðingar ímillum land og kommunur viðvíkjandi eldraøkinum í næstum fara í gongd.