Vegna Landsfelag Pensjónista, Niclas Akraberg Poulsen, formaður
Grein, ið hevði yvirskrivtina “Eftir skatt er føroyska pensjónin farin upp um ta donsku” ið varð partvíst endurgivin í Útvarpi Føroya og prentað í Sosialinum og Dimmalætting hin 13. desember 2006.
Greinin er óbeinleiðis svar uppá opið skriv sum Landsfelag Pensjónista lat Jóanes Eidesgaard, løgmanni, politisku flokkunum og fjølmiðlunum, mánadagin hin 11. desember 2006. Landsfelagið metir, at nevnda grein/frágreiðing hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum hevur fleiri sjónligar manglar.
Líkt er til, at landsstýrismaðurin heldur, at Landsfelag Pensjónista bert tosar um føroysku fólka-pensjónina anno 2006. So er ikki, landsfelagið vil fegið hava greiðu á, hvussu nógv føroysku pensjónirnar eru dragnaðar í mun til donsku pensjónirnar síðan 1988, tá Fólkatingslóg nr. 717 frá 18. desember ásetti at...”der sikres samme disponiple indkomst til pensjonsmodtagere på Færøerne og i Danmark”.
Vert er at býta merki í, at Hans Pauli Strøm telur samhaldsfasta við í føroysku fólkapensjónina, meðan hann hinvegin ikki telur donsku ATP-skipanina (arbejdsmarkedets tillægs pension) við í donsku fólkapensjónina. Okkum kunnugt fáa flestu danir útgjald frá ATP-skipanini, tá teir gerast 65 ár og tey fáu sum ikki fáa útgjald ella bert fáa lágt útgjald frá ATP-skipanini fáa sonevndan Eldrakekk frá tí almenna. Somuleiðis er undrunarvert at landsstýrismaðurin tekur viðbót til ávísar pensjónistar (sonevnda brennistudningin) við í uppgerðina av føroysku fólkapensjónini, meðan brennistuðulin, sum danski staturin veitir donskum fólkapensjónistum, ikki verður tikin við í upp-gerðina yvir donsku fólkapensjónina.
Hans Pauli Strøm nevnir, at hann hevur nýtt uppgerðarhátt hjá Nordisk Socialstatistisk Årbog í sammeting síni av føroysku fólkapensjónini í mun til donsku fólkapensjónina. Men hann kemur hinvegin ikki inn á kanning hjá NOSOSCO (Nordic Social-Stastistical Committee), ið er nevnd undir Norðurlandaráðnum - sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur samstarv við – sum hevur almannagjørt kanning, ið vísir, at føroyskir pensjónistar eru munandi verri fyri fíggjarliga enn danskir pensjónistar.
Landsstýrismaðurin nevnir heldur ikki, at danskir pensjónistar fáa peningaligan stuðul til bústaðar/-leigu útreiðslur. Og at fólkapensjónistar, sum fáa varandi viðgerðarkrevjandi sjúku at dragast við, fáa ókeypis uppvenjing frá tí almenna (tað almenna ber kostnaðin av slíkari uppvenjing/viðgerð).
Samanumtikið metir Landsfelag Pensjónista, at innihaldið í nevndu grein, ið viðger fíggjarligu støðuna hjá føroyskum fólkapensjónisum í mun fíggjarligu støðuna hjá donskum fólkapensjónisum, er ov einsíðug og ófullfíggjað og er tískil meira villeiðandi enn uppklárandi.
Vísandi til m.a. omanfyristandi heldur Landsfelag Pensjónista, at tað er umráðandi at Føroya Landsstýri skjótast til ber fær óheftan serfrøðing í fyrisitingarrætti (serfrøðing uttanfyri føroysku miðfyrisitingina) at kanna pensjónsmálið frá 1987 nærri. Hetta soleiðis at hetta pensjónsmál langt um longi kann verða loyst á nøktandi hátt.
Tórshavn, hin 15. desember 2006