Viðmerkingar til Fólkafloksumboðini í Tórshavnar Býrað ? Fjarhitafelagið

Tað er at undrast á, at býráðsumboðini hjá Fólkaflokkinum ynskja at fáa eina fráðgreiðing um P/F Fjarhitafelagið til komandi býráðsfund tann 5. oktober.

Grundgevingin hjá teimum er: Við tað, at ein sera stór misnøgd er millum teir borgarar í kommununi, ið eru knýttir at fjarhitaskipanini, ynskja býráðslimirnir fyri fólkaflokkin at fáa ein nágreiniliga frágreiðing um viðurskiftini millum brúkararnar og fjarhitafelagið.

Teir siga víðari: Tá býráðið stendur sum eigari av helvtini at P/f Fjarhitafelagnum, má tað vera rætt og rímuligt, at býráðslimir eru væl kunnaðir um viðurskiftini í fjarhitafelagnum, serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktandi.

Tá tit nevna, at tað er rímuligt at býráðslimir verða væl kunnaðir og at P/F Fjarhitafelagið ikki er nøktandi, eri eg sera bilsin. Tann kunningin tit eftirlýsa eigur at koma frá tykkara egnu umboðum og at felagið ikki er nøktandi, tað er eisini tykkara egnu umboð, tað er bara folkaflokkurin sum hevur tvey umboð í Fjarhitafelagnum.

Í dag sita Petur Olsen og Páll Petersen í nevndini fyri P/F Fjarhitafelagið, báðir valdir av fókaflokkinum og hevur Páll Petersen, býraðslimur eisini verði næstformaður í P/F Fjarhitafelagnum, Páll Petersen hevur siti í nevndini í fleiri ár,

At Jan Christiansen og Hjørleif Kúrberg ynskja eina fráðgreiðing, er onki løgið í, men at Páll Petersen ynskir at fáa eina fráðgreiðing um seg sjálvan, tað undrar meg almikið.

Góðu tit tríggjir Jan, Hjørleif og Páll, hevði tað ikki verði meira sømuligt, tá tit nú sjálvir hava alla tað ávirkan í tit ynskja í P/F Fjarhitafelagnim, at kalla inn til fundar á vanliga hátt, heldur enn at blása hetta mál upp.

Tykkara viðring fyri nevndini í P/F Fjarhitafelagnum og tykkara egnu umboðum, er á einum sera lágum støði.

Til síðst kann nevnast, at allir býráðslimir eru bodnir við til teir aðalfundir í hava verði hjá P/F Fjarhitafelagnum, tvs. eina ferð um árið. Á hesum aðalfundum kunnu allir ivaspurningar til nevndina reisast og kunnu eisini nevndarlimir í P/F Fjarhitafelagnum koma til orðana, eisini tykkara umboð.

Vinarliga


Schumann Hjaltlin,

býráðslimur