Viðmerkingar til Dag og Viku mánakvøldið 17. September 2012 viðvíkjandi kommunusamanlegging

Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu
-----

Av tí at onkur viðurskifti í Degi og viku fríggjakvøldið 17. september 2012 ikki komu nóg greitt fram, vil eg loyva mær at skoyta hesar viðmerkingar uppí, annars greiða innslagið í Degi og Viku viðvíkjandi kommunusamanlegging millum Kvívíkar og Havnar kommunu.
At kvívíkingar høvdu fólkaatkvøðu um samanlegging við aðra kommunu var grundað á, at í gjøgnum mong ár, serliga frá landsins síðu, hevur verið tosað um kommunusamanlegging, og eisini at kommunusamanlegging møguliga fór at verða tvungin, beinleiðs ella óbeinleiðis.
Fyri at borgarar í Kvívíkar kommunu sjálvir kundu hava eina ávirkan á, hvørja kommunu leggjast skuldi saman við, avgjørdi bygdaráðið at hava fólkaatkvøðu um málið, og var sum kunnugt greiður meiriluti fyri samanlegging við Havnar kommunu.
Um eg skal tosa fyri meg sjálvan, so havi eg alla tíðina verið av tí áskoðan, at Kvívíkar kommuna er væl farin sum sjálvstøðug kommuna, og at fyrimunir avgjørt liggja í, at kommunan ikki gerst ov stór. Kommunan er væl útbygd á flest øllum økjum, hóast tað eisini enn eru øki, sum ikki eru nóg væl útbygd. Og her hugsi eg serliga um eldraøkið, men innan lutfalsliga stutta tíð, eru møguleikar fyri at koma longur fram á leið eisini á hesum øki. Og har tað í framtíðini møguliga fer at sansa at, so ber jú eisini væl til at samstarva við aðrar kommunur, og har eru grannakommunurnar og serliga Havnar kommuna mest upplagdar.
Ein týðandi spurningur sum kanska (og tíverri) ikki er nóg væl lýstur í kjakinum um kommunusamanlegging, er spurningurin um nær kommunalu avgerðirnar verða fluttar so mikið langt frá borgarunum, at talan ikki longur er um nærdemokrati. Og kommunalpolitikkur snýr seg um nærdemokrati, ella sagt við øðrum orðum, orsøkin til at vit hava kommunur er, at frástøðan millum avgerðir og borgaran skal verða so stutt sum gjørlig.
Eg loyvi mær at ivast í, um eitt nú kollfirðingar ella kaldbaksfólk, síðan tey løgdu saman við Havnina, altíð hava følt, at stutt er millum kommunalu avgerðirnar og borgaran, og hvørt lokalu røddirnar í Kollafjarðar og Kaldbaks túni, í nóg stóran mun verða hoyrdar á bonaðu gólvunum í gróthúsinum á Vaglinum í Havn.
Og júst á hesum øki kann meira verða vunnið enn tapt við at Kvívíkar kommuna eisini frameftir verður sjálvstøðug.
Sum eg samanumtikið havi víst á, so var ynski hjá borgarum í Kvívíkar kommunu, at ein møgulig samanlegging skuldi verða við Havnina, men eg havi eisini víst á, at eftir míni bestu sannføring kunnu fyrimunir so avgjørt verða við at kommunan heldur fram sum sjálvstøðug kommuna.
Og til innslagið í Degi og viku vil eg til síðst viðmerkja: at ja, helst er tað landið, ið eigur ein part av orsøkini til, at ein sjálvboðin kommunusamanlegging ikki fór fram í hesum umfari.
Men kvívíkingar hava onga orsøk at stúra. Fyrimunir eru avgjørt við, at kommunan framhaldandi verður sjálvstøðug. Og harvið nýtist ongin at verða í iva um, at kommunalu avgerðirnar framvegis koma at verða tiknar í nærumhvørvinum, og tað høvdu tær neyvan verið, um avgerðarmyndugleikin í kommununi varð fluttur suður á Vaglið í Havn.