Viðmerkingar Kyndil-H71

Eftir dystin ímillum Kyndil og H71 fingu vit orðið á Hjalta M. Jacobsen hjá Kyndli og Niels Viggo Niclasen hjá H71.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Uppiborin sigur
Ein av leikarunum hjá Kyndli, Hjalti M. Jacobsen, heldur, at sigurin var fult uppiborin. Hann ásannar tó, at H71 gjørdi tað ringt fyri Kyndil.
 - Vit fáa eina ringa byrjan uppá dystin, men kempa okkum framvið hoyvíkingum áðrenn hálvleik. Dia á Lava kom inn í málið í seinna hálvleiki, og hann gjørdi tað ótrúliga gott. Tá vit eru farnir fýra ella fimm mál framvið hoyvíkingum, so hava vit fult tamarhald á dystinum, og tí var sigurin hjá okkum uppiborin í dag.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Verjan svíkur
Niels Viggo Niclasen, sum er ein av royndu leikarunum á H71-liðnum, heldur, at verjan sveik ímóti Kyndli sunnukvøldið.
 - Vit lata 36 mál ígjøgnum, so tað er verjan, sum kiksar í dag. Vit klára illa at halda Janus Einar á strikuni hjá Kyndli, og hann dugir eisini væl at skapa pláss til hinar leikararnar. Hetta er helst tað, sum vinnur dystin fyri teir. Til tíðir brenna vit eisini opnar møguleikar, og tað ger Kyndil sær dælt av. Vit hava eitt gott skjótálop henda dagin, og hetta skulu vit taka við frá hesum dystinum, harafturat skulu vit bøta um verjupartin.