<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$-Eg eri sera vónbrotin
Eftir sjeynda ósigurin á rað hjá KÍF fingu vit orðið á ein av leikarunum hjá KÍF, Ellu Joensen. Hon var ógvuliga skuffað eftir enn eitt tap.
- Hetta var ræðuligt. Vit útføra taktikkin til fulnar fyrstu tvey settini, og her megna vit eisini at halda konsentratiónini. Í triðja setti gerast vit heldur ókonsentreraðar, og eftir hetta missa vit høvdið. Vit blíva bangnar og tora ikki at gera feilir. Man skal tora at gera feilir, tí annars vinnur man ikki flogbóltsdystir. Í síðsta enda kemur rutinan tó ÍF til góðar, men tá skuldu vit helst longu havt vunnið dystin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$-Kundi fari báðar vegir
Eftir sera týdningarmikla ÍF-sigurin fingu vit orðið á ein av royndastu leikarunum hjá ÍF, Randi Larsen. Hon var glað fyri sigurin, men metti, at hann kundi fari báðar vegir.
- Liðini í meistaradeildini hjá kvinnum eru ótrúliga jøvn, og tað síggja vit eisini í dag. Dysturin kundi fari báðar vegir, men tíbetur vinna vit dystin. Vit fáa eina ringa byrjan, og tað tykist, sum vit ikki eru heilt gearaðar upp fyrstu settini. Men tá vit so koma í gongd, so gongur ótrúliga væl. Eg haldi, at rutinan kemur okkum til góðar at enda í dag, og at hon er størsta orsøkin til sigurin.