Annika W. Joensen
forkvinna í Javnstøðunevndini
????????????????????????
Í Tinghelluni 30. oktober 2004 skrivar Kári á Rógvi áhugaverda grein um komandi kommunuvalini og umrøður kvinnulistar. Hann spyr, um kvinnur hava ein serligan máta at viðgerða mál uppá.
At svara spurninginum fari eg at citera Beintu í Jákupsstovu, granskara, sum beint undan kommunuvalinum í 2000 í fyrilestri 19. november í Havn greiddi frá hesum:
...()... "Tí alt bendir á, at tað hevur týdning fyri virksemið á tingi og í bý- og bygdaráðum, at eisini kvinnur eru har. Tað eru gjørdar nokkso nógvar vísindaligar kanningar, sum vísa, at kvinnur prioritera ? raðfesta ? øðrvísi enn menn. Ein kanning um norskar kommunupolitikkarar vísti t.d., at tað var størri munur á prioriteringum hjá kvinnum og monn-um enn millum umboð fyri ymiskar politiskar flokkar ? millum sosialistar og tey borgarligu. Kvinnurnar raðfestu mál sum skúla, barnagarð, mentan, heilsu- og socialmál hægri enn vinnumál, vegir og annað byggivirksemi ? menninir beint øvugt.
Um vit skulu hava eitt livandi demokrati, er tað heilt avgerandi, at vit sum borgarar halda, at stýrið er legitimt, at vit hava tann tryggleika, at politiskar avgerðir verða tiknar á beinan hátt. Kommunan er ikki bara ein stovnur, sum skal syrgja fyri tænastum, kommunan er ein politiskur felagsskapur. Sum borgarar mugu vit vera sannførd um, at tað eru fólksins umboð, sum avgera, hvat skattapengarnir verða brúktir til; vit mugu hava álit á politikkarnar, at teir hugsa um alla borgarafjøldina, og ikki bara seg og síni. Men verðin er mangfoldig, og helst vilja vit hava umboð, sum síggja verðina frá okkara sjónarhorni. Tað er ein fyrimunur, at býráðið er representativt. Kvinnuverðin er ofta øðrvísi enn mannsverðin. Tí eiga kvinnur at stilla upp til val, og til valið sjálvt hava tær, sum hava stillað upp, uppiborið eiin kross á atkvøðuseðilin fyri ta uppgávu, tær vilja taka á seg."...()...
Citat liðugt.
Annars undrar tað meg, at Kári á Rógvi spyr, hvat vit høvdu sagt til m.a. mannslistar? Tað er júst tað, vit í Føroyum hava verið von við, og ein beinleiðis orsøk til, at kvinnulistar komu. At kvinnurnar bert stilla upp fyri aðru helvtina, sum sagt verður, má vera ein misskiljing. Tað vildi jú merkt, at menninir, sum higartil hava rátt, bara hava stillað upp fyri sína helvt. Kvinnurnar stilla upp fyri at fáa innlit og ávirkan og fyri at skapa javnvág. At menn og kvinnur í felag seta dagskránna og viðgera mál, er til tað besta fyri alt fólkið, ikki bert helvtina.
Og at enda haldi eg ikki, ein kann sammeta kvinnulistar við samkomulistar. Kvinnur eru umleið helvtin av landsins íbúgvum, hvørki ein áhugabólkur ella ein minniluti.