Viðmerking til tíðindini um Skálaborg

Síggi í bløðunum stórtíðindi um verkætlan at byggja kontórbygning á Skálatrøð.

Lat okkum vóna at henda verkætlan ongantíð verður veruleiki. Bygningurin er eitt stórt monstrum, og einki minni enn ein skomm fyri tann, ið teknað hevur. Bygningurin er bæði ljótur og malplaseraður, minnir mest um eina dapra pallmynd frá onkrum óhugnafilmi. Og til tykkum, sum eisini eru við í verkætlanini er at vóna, at evnini at meta um á øðrum økjum er betur enn arkitektoniska medvitið.