Viðmerking til tíðindi um Atlantis

Óluva Zachariasen, redaktiónsleiðari
----------

Jógvan Skorheim
Formaður í stýrinum fyri Atlantis
Vit harmast sjálvandi um, at tú heldur, at málið um Atlantis ikki er lýst á rættan hátt í tíðindasendingini í útvarpinum.

Bakgrundin fyri innslagnum var hendan:
1. mars í ár skrivar Klaksvíkar Kommuna undir leigusáttmála við tveir privatmenn, sum skulu reka Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík. Í miðlunum boðaði tú frá, at privata útleiganin varð gjørd fyri at spara kommununi 200.000 kr í árligum rakstri. (Ein upphædd, sum nú ljóðar upp á 300.000 kr sambært tínum skrivi)
Høvuðstreytin í leigusáttmálanum er, at Mentanarhúsið Atlantis framyvir skal rekast sum biografur. Í sáttmálanum stendur enntá, at tað ikki má ávirka biografin negativt, um onnur tiltøk skulu hýsast í Atlantis. Við leiguavtaluni er biografur sostatt vorðin grundarlagið undir øllum virksemi í Mentanarhúsinum Atlantis yvirhøvur.
Nú hevur hetta biografvirksemið so eina eykaútreiðslu við sær upp á eina millión krónur, um biografurin skal halda fram – ein útreiðsla, sum kommunan ikki sleppur undan at gjalda uttan at bróta tann sáttmála, sum skuldi spara kommununi fyri rakstrarútreiðslur.
Tí er tað eftir okkara tykki framvegis rætt at siga, at »tað, sum byrjaði sum ein spariætlan, kann vísa seg at gerast ein dýr loysn fyri Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík«, sum tað varð sagt í innslagnum.
Tað kann væl vera, sum tú vísir á í brævinum, at Klaksvíkar kommuna um 10 ár hevur spart tríggjar milliónir krónur við at leiga Atlantis út til privatfólk at reka. Men tann sparingin kostar also kommununi eina millión krónur – ella ein triðing av spardu upphæddini, tí kommunan hevur bundið seg og leigararnar til at reka biograf í húsinum. Og tað má, alt annað líka, kallast ein »dýr loysn«.
Til tína viðmerking er annars at siga, at vit gjørdu eitt aktuelt tíðindainnslag um eina óvæntaða, akutta eykaútreiðslu til Mentanarhúsið Atlantis – og ikki eitt innslag, sum skuldi spáa um, hvussu fíggjarstøðan hjá Atlantis møguliga sær út um 10 ár.