Viðmerking til spariætlan á Landssjúkrahúsinum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Jana H. Dalsgaard, forkvinna

Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðing-ar (FFS) hevur á nevndar-fundi i dag umrøtt ætlaðu sparingarnar á Landssjúkrahúsinum (LS). Hesar sparingar, ið verða kallaðar umleggingar, raka flest allar funktiónir, soleiðis at brúkarin eftir øllum at døma fær eina verri tænastu.
Nevndin í FFS er als ikki samd við leiðsluna á LS, um hon metir, at ætlaðu broytingarnar ikki fara at geva eina verri tænastu.
Vit heita á Føroya Løgting og Landsstýri at tryggja Føroya fólki eitt virðiligt tænastustøði og eftirlýsa samstundis ein yvirskipaðan heilsupolitikk.
Soleiðis fær brúkarin at vita, hvørji krøv kunnu setast heilsuverkinum, nú landsins myndugleikar hava stungið út í kortið við "Visión 2015".