Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin
----
Sosialurin skrivar í oddagrein seinasta vikuskiftið - eg siteri: .. andstøðan í Býráðnum hevur ført fram lyfti um barnakekk o.s.fr. Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur givið lyfti um barnakekk og ikki Sambandsflokkurin í Býráðnum. Eg vil tí sum partur av andstøðuni taka frástøðu frá uppskotinum um barnakekkinum hjá Fólkaflokkinum.
Sambandsflokkurin metir ikki, at kommunan hevur lógarheimild at útskriva barnakekk. Um so er, so skal landið blandast uppí kommunubúskapin hjá TK - tað tekur Sambandsflokkurin ikki undir við. Harafturat er uppskotið hjá Fólkaflokkinum um barnakekk eitt uppskot, sum ikki fær tað meirávirkan enn onnur uppskot um skattalætta og hægri barnafrádrátt.
Eg eri sum heild jaligur yvir fyri framløgdu fíggjarætlanini fyri 2013. Eg haldi, at henda er avblanserað og íløgurnar er á einum hóskandi støði. Kortini havi eg síðan apríl 2012 alment sagt í greinum í fjølmiðlunum, at eg fari at stríðast fyri at fáa skattaprosentið niður við 1%, sum varð lovað, tá farið varð undir at byggja Boðanesheimið. Havi eisini í fleiri greinum víst á týdningin av, at kommunan arbeiðir við langtíðarætlanum fyri rakstur og íløgur – hetta fyri at tryggja eina javna og støðuga menning av kommununi og fyri í framtíðini at hava tamarhald á útreiðslunum og skuldini
So Fólkaflokkurin hevur ikki uppfunnið skattalætta, lægri barnafrádrátt, langtíðarætlanir o.a. Sambandsflokkurin er ein demokratiskur, liberalur og sosialt sinnaður flokkur og tað ynskir flokkurin skal síggjast aftur í politiska arbeiðinum í Býráðnum - og at stýrt og planlagt verður við fíggjarligum viti og skili.
Allir skattgjaldarar eiga at merkja ágóðan av einum skattalætta - eisini stakir skattgjaldarar, einligar mammur og pápar - og tí ein lækking í skattinum uppá 1%. So okkara krav er, at skattaprosentið lækkar fyri allar skattaborgarar niður á 19,75%. Alt annað er lyftisbrot. Fíggingin skal finnast á íløgusíðini.
Harafturat skulu vit hækka barnafrádráttin frá kr. 5.500 til kr. 8.000. Hetta hevur sitandi býráðsmeiriluti lagt fram og hesum taki eg undir við.
Sambandsflokkurin fer við einum konstruktivum hugburði og dialogi at grundgeva fyri at fáa skattaprosentið niður við 1 % - tað hava allir skattgjaldarar fingið lovað og tað fara vit at stríðast fyri.
Tórshavn 2. oktober 2012