Viðmerking til Sigvald Zachariasen

Í bløðunum í siðstu viku vísir tú á, at andstøðan er ongin loysn til verandi samgongu.

 

Kristian Magnussen

Løgtingsmaður

???????????????


Tú velur at viðgera 3 persónar, har eg eri ein teirra. Grein tín er merkt av frustratión yvir vánaligu útlitini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Uppskriftin uppá hvussu Sjálvstýrisfokkurin kemur fyri seg aftur er einføld: takið í egnan barm, heldur enn at leggjast eftir øðrum, tá er vón um bata.

Tú sigur í grein tíni at eg royndi at forkoma ætlanini um at byggja Ellis- og

Røktarheim í Norður-streymi. Hetta eru beinleiðis ósannindi, og tí kundi eg hugsa mær at tú var meiri ítøkiligur, so lesarin kann meta um rættleikan av tínum pástandi.

Mín leiklutur í samband við hetta mál er tann, at tá uppskot Landsstýrisins um løgtingslóg um studningslán til ellis- og og røktarheim í Norðurstreymoy var til viðgerðar í løgtinginginum, vísti eg á saman við hinum, ið høvdu orðið, at tað ikki var rætt, at avmarka lógina til ávísar kommunur. Ein samd Trivnaðarnevnd, ið viðgjørdi lógaruppskotið, segði m.a. í álitinum " Nevndin er av teirri áskoðan, at tað hevur stóran týdning, at landsstýrið í næstum leggur fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot, sum endaliga ger av, hvussu ábyrgdarbýtið er millum land og kommunur viðv. ellis- og røktarheimum.

Nevndin metir, at uppskotið er bara ein fyribils galdandi skipan, til slík avgerð er tikin. Hildið verður tó ikki, at rætt er, at uppskotna skipanin verður avmarkað til ávísar kommunur. Hon eigur at fevna um alt landið. At skipanin verður víðkað til alt landið, leggur tó ongar bindingar á komandi fíggjarlógir, av tí at skipanin í lógaruppskotinum í § 2 hevur fyrivarni um, at hon er avmarkað av játtanini á løgtingsfíggjarlógini.

Nevndin tekur undir við ætlan landsstýrisins at raðfesta bygging av ellis- og røktarheimi í Norðstreymoy."

Eitt samt løgting tók undir við broytingaruppskotinum frá einari samdari trivnaðarnevnd um at lógin skuldi fevna um alt landið.

Annars kann eg upplýsa teg um at Sámal P. í Grund undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, segði at íløgan í ellis- og røktarheim í Norðurstreymið skuldi strekkjast yvir eini 2 -3 ár, tí játtanin í uppskotinum ikki er nøktandi. Sostatt verður heimið í Norðurstreymoy væntandi ikki liðugt fyrr enn í 2005. Við øðrum orðum so hevur Sjálvstýrisflokkurin, ið hevur havt ábyrgdina av almannamálum síðan 1998, væntandi bert klára at veita fígging til uml. 3 nýggj røktarheimspláss um árið í 8 ár. Við hetta lag klárar Sjálvstýrisflokkurin at nøkta verandi bráfeingistørv á ellis og røktarheimsplássum, ið er umleið 200, um eini 70 ár.

Lat meg enda við at vísa á brot úr valskránni hjá Javnaðarflokkinum til komandi val.

"Bráfeingistørvurin á ellis- og røktarheimsplássum er so stórur, at Javnaðarflokkurin setir sær fyri, at komandi fýra árini verða neyðugar íløgur settar av á fíggjarlógini, soleiðis at 160 nýggj ellis- og røktarheimspláss verða tøk. Landskassans partur av íløguni verður uml. 80 mió. kr. í fýra ár. Javnaðarflokkurin vil veita kommunum trygd fyri, at landskassans partur av íløgum og rakstri verður játtaður."

Teir flokkar, ið hava ætlanir um samstarv við Javnaðarflokkin aftaná komandi løgtingsval, eiga at gera sær greitt, at vallyfti Javnaðarfloksins, um í minsta lagi 160 nýgg ellis- og røktarheimspláss er eitt krav.