Viðmerking til Sølvar Michelsen

Í Dimmu og Sosialinum 28. novembur sigur Sølv­ar Michelsen úr »Sig nei- bólkinum« soleiðis:

»Ong­a­staðni vísir søgan okk­um, at samkynd hava ver­ið fyri happing sum bólk­ur…«.

Herálvur Jacobsen

Tí­verri er hetta ikki satt. Í hvussu er ikki, um vit eru samd um, at happing í ringasta føri elvir til harð­skap og týning.
Fúlasta dømið um for­fylg­­ing av samkyndum er, sum ikki einaferð, úr Naz­i­týsklandi og hersettu lond­­u­num. Í vitloysinum at reinsa 1000-ára ríkið fyri spillu, vóru saman við jødum, sigoynarum, Jehova vitnum, brek­að­um, kommunistum, so­s­­i­alde­mokratum og vinstr­­­a­hallum annars, eisini sam­­kynd savnað í legur. Har skuldu samkyndu menn­i­nir bera ljósareyð­an trí­hyrning seymaðan á klæðini. Kvinn­urnar bóru svartan trí­hyrn­ing. Eina meting um, hvussu nógv samkynd lótu lív í jagstr­anini ber sjálvandi til at finna fram.
Men í Amsterdam, framm­­an fyri Vestur­kirkj­uni, er í hvussu er eitt »hom­o­mon­u­ment«. Tríggir trí­hyrn­­ing­­ar úr ljósareyðum granittsteini, til minnis um tey samkyndu, ið vórðu jagstr­­að og týnd undir naz­i­smuni. Javnan liggja blóm­ur við minn­is­merkið.
Og lat okkum dvølja í Amsterdam og í Hollandi. Tí hagar rýmdu í síni tíð øll tey, ið talaðu fyri frælsari hugs­an. Eitt nú John Locke, sum í 1689 gav út bókina »Bræv um tolsemi«, ið væl er verd at lesa í dag.
Aftan fyri Vestur­kirkj­una í Amsterdam liggur Anne Frank Huis, húsini har Anna Frank, saman við for­eldr­unum og nøkr­um vin­fólk­um teirra, ið øll vóru jødar, goymdi seg fyri naz­ist­isku út­­reinsk­­anini. Utt­an fyri Vest­ur­­kirkj­­una stendur stand­mynd av Onnu Frank. Standmyndin er sera lítil, og hetta undr­ar í fyrstani, ser­liga nú Sigmundur Brest­is­s­on stend­­ur framman fyri okk­­­ara Vesturkirkju við út­­breidd­­um ørmun sum ein annar DiCaprio í stevninum á Titanic. Men sum frálíður skilir tú, at myndin av hesi lítlu gentuni við boygdum høvdi og hondunum sam­an­­løgd­­um framman fyri sær móti kjólanum, júst er rætta mynd­in. Hótti hendan lítla gent­an germansku rasuna?
Men nazistarnir vóru ikki teir einastu, ið for­fylgdu samkyndum. Í Sov­jet­­sam­­veld­i­num tald­ust hom­o­­seks­uel ikki imillum homo-sov­jetika (nýggja sov­­jet-menn­iskj­að). Sam­kynd vórðu mett sum for­derv­­að og sjúk. Tí varð, við vís­indaligum fram­ferð­­a­r­­hátti, roynt at grøða sam­­kynd. Mær vitandi eru hesar royndir ikki at finna í lesnaðinum, ið læknar um okkara leiðir brúka.
Í frælsa heimi­num var upp móti nýggj­ari tíð (60-ini) lógarbrot at verða sam­kyndur, so sum ong­lend­­ing­­urin segði: »Leypst tú úr skáp­i­num, so varð tú læstur inni«. Og í USA metti McCarthy tey sam­kyndu at vera næstan líka stór hóttan móti tjóðini sum kommunistar.
Vit kunnu siga ja ella nei, men at gloyma ella tiga hesar sannleikar burt­ur er skammiligt móti minninum um tey, ið rakt vórðu.