Sjálvsagt virða vit á Sosialinum skrivi- og talufrælsið. Men tað skal gerast undir ábyrgd. Í redaktiónellum greinum í Sosialinum verða ikki nýttar slíkar tilsipingar til nazismuna og Hitler, sum Rolf nýtti í áðurnevndu grein. Hesum tekur Sosialurin frástøðu frá. Slíkt er lítið gagnligt fyri orðaskiftið. Rolf Guttesen dregur orðaskiftið niður á eitt sera lágt støði við slíkum málburði, eitt nú tá hann kallar ávís fólk fyri hundar. Spell um annars skilagott íkast til demokratiska orðaskifti skal drukna í illsinnisglepsum.
Blaðstjórnin