Av tí at í umbúna er at geva Ó-/ søgur um djevulskap útaftur í nýggjum upplagi (við ymsum rættingum) skulu tygum fyri málsligu ábending tygara í 41. reglu í grein í Sosialinum 11. januar í. h. á. eiga hesi fáu takkarorð:
Hoyr tú væni danimann,
sum væl at lesa bøkur kann
og einki ert eitt málsigt kloss,
men fróður við um tenn og ross;
"á rossum" so víst tað íslendskt er
sum skyr og baugur og jarðarber,
so fyri handa lítla sting tú stakk,
góði Eikhólm, túsund takk.
Í Havn 15. januar tjúguhundrað og sjey
Cjj