Orsøkin til hetta er, at talan er um møguligar bygnaðarbroytingar á savnsøkinum, og í hesum sambandi metti stýrið, at tíðin beint nú ikki var búgvin at lýsa eftir nýggjum stjóra, og heitti stýrið tí á Helga Fossádal um at halda fram til 1. mai 2011. Í almennu umrøðuni er longdin av starvssetanini og orsøkin til hesa avgerð líkasum kámað burtur. Tí vil stýrið enn einaferð gera vart við orsøkina til at leingja avtaluna við Helga Fossádal. Vart skal eisini gerast við, at henda mannagongdin er vælkend frá líknandi starvssetanum hesi árini. Upplýsast skal, at Helgi Fossádal hevur tikið av tilboðnum. Stýrið vil samstundis vísa øllum atfinningum, sum eru komnar móti stjóranum og leiðsluførleika hansara, aftur og tekur fult undir við honum.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.