Magni Arge
stjóri, Atlantic Airways
Eitt nú er spurningur settur við, hvørt prísurin er í lagi, meðan fleiri hava róð upp undir, at rættari var at bjóða tilbúgvingina út millum fleiri aktørar og spurnartekin er sett við, hvørt hetta er tann rætta tyrlan.
Onnur hava ført fram, at talan er um at lóggeva stuðul ella veðhald beinleiðis til felagið, meðan onkur annar tosar um fjalda bjargingarætlan fyri tyrlutænastuna.
Lat okkum gera púra greitt, at Atlantic Airways hevur einki ímóti, at Fiskimálastýrið kannar prísir frá øðrum tænastuveitarum, og heldur ikki fara vit at seta okkum ímóti, at tilbúgvingin verður boðin út.
Tað fara altíð at verða fleiri meiningar um, hvør tyrlan er tann rætta til uppgávuna. Fiskimálstýrið setti ein bólk, við umboðum frá ymsum stovnum og stýrum, sum síðani mælti til tað valdu loysnina. Hesa kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar.
Sáttmálin um leiti- og bjargingartænastuna (SAR tænastuna), sum Fiskimálastýrið og Atlantic Airways hava samráðst um - men ikki undirskrivað ? bindir Atalntic Airways til at gera eina íløgu uppá umleið 55 milliónur krónur til keyp av eini serútgjørdari tyrlu. Til tess at forrenta eina tílíka íløgu, krevst ein sáttmáli yvir fleiri ár, men afturfyri binda vit okkum til at standa tilbúnir innan ein tíma hvønn dag í tíggju ár.
Kapitalkostnaðurin saman við tryggingarkostnaðinum svarar til á leið níggju milliónir krónur um árið. Fiskimálastýrið fær eisini 170 flúgvitímar árliga við í prísium. Til at veita hesa tænastu skulu setast fleiri pilotar og mekanikarar, sum allir skulu útbúgvast og javnan venja og uppdatera sín førleika. Umframt hetta skal Atlantic Airways sjálvsagt eisini rinda fyri umsiting og annan rakstrarkostnað.
Vit meta ikki, at hendan verkætlanin einsamøll gevur stórt fíggjarligt íkast í fyrsta umfari, men seta kortini okkara álit á, at felagið í longdini kann fjøltátta búskaparliga grundarlagið við teirri vitan og førleika, sum hendan verkætlanin kann geva felagnum.
Innanhýsis í felagnum er stór orka løgd í at menna tyrlutænastuna seinastu árini. Tað er mín fatan at starvsfólk og felag hava sýnt bæði góðan vilja og áræði til tess at skipa eina føroyska tyrlu tilbúgving, við støði í teimum umstøðum, sum vit hava at virkað undir.
Men tað tænir hvørki umdøminum hjá Atlantic Airways ei heldur motivatiónini hjá starvsfólkunum, at so nógvir ivi er sáddur um rættleikan í verkætlanini.
Tí hava vit eisini mælt myndugleikunum til at brúka ta tíð og tær kreftir, sum eru neyðugar til tess at rudda burtur ivan. Hevur hetta við sær, at tilbúgvingin verður boðin út, ella myndugleikarnir kanna prísir frá øðrum veitarum, so góðtaka vit hetta treytaleyst.
Blíðar heilsur