Viðmerking til Kringvarp Føroya!

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum ---------------
Eitt ósakligt brot sást í Degi og Viku í gjárkvøldið viðvíkjandi ætlanini um at makrelurin verður virkaður av føroyskum hondum, bæði á sjógvi og á landi, sum soleiðis økir um virksemi í Føroyum og minkar um arbeiðsloysi til gagns fyri alt samfelagið.
Heldur enn at fegnast um góðu ætlanina so snúði hetta brotið í D&V meira um um mín persón.
Tá eitt slíkt brot bæði er villeiðandi og manupulerandi, tí hesar viðmerkingar.
Samgonguskalið áleggur mær at tryggja føroyskari arbeiðsmegi fleiri arbeiðspláss:
“Fyri at tryggja arbeiðspláss í Føroyum verða nærri ásetingar gjørdar, sum tryggja, at sum mest av fiski kemur upp í Føroyum. Avreiðingargjald verður lagt á allan óvirkaðan uppisjóarfisk, sum ikki fer um føroyskan kaikant. Undartiknar eru landingar til føroysk móðurskip.”
Spurningurin um mítt gegni verður kannaður av sakkønum eftir føstum mannagongdum, og eg boðið løgmanni frá tá talan er um ógegni í einum máli.
Tað hetta málið snýr seg um er, at vit skipa so fyri, at okkara samfelag fær sum mest burturúr okkara fiskatilfeingið.
Tí fyrireikar landsstýrið makrelfiskiskapin í góðari tíð, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður til at gagnnýta makreltilfeingið best møguligt.
Landsstýrið vil við makrelfiskiskapinum tryggja økt virksemi og meira arbeiði til føroyska arbeiðsmegi, bæði á sjógvi og landi.
Hetta er tann góða søgan! Spell at tann góða søgan ikki at fingið meira rúmd í D&V í gjárkvøldið.