Nei Katrin Petersen, eg rokni ikki við - uttan annars at kenna til, hvat Jón Tyril meinar og ikki - at hann ikki heldur, at valdømissendingarnar skulu vera kritiskar, tað rokni eg við ,at tey allarflestu vilja. Men at verða so áleypandi sum verturin Øssur Winthereig er, er út um alt mark, tí tit, sum arbeiða í SvF, eru jú tey professionellu (og eisini uttan lampufepur), men mong av teimum, sum eru við í sendingunum hjá tykkum, skulu kanska fyri fyrstu ferð í sjónvarp, og piprast sikkurt eitt sindur. Tað má vera sera óbehagiligt, at so verturin næstan leypur á tey. Fyri mær virkar tað, sum at hann hevur eitt endamál,, og tað er at tippa munnin á teimum og sjálvur vera tann, sum er í fokus. Og hóast hetta ikki skuldi verið meiningin hjá honum, so er tað tann uppfatan, vit vanligu hyggjarar hava. Havi verið saman við eitt sindur av fólki seinastu dagarnar í ymiskum samanhangum, og tosið er hvørja ferð komið inn á hesar sendingar, og útrykkini eru m.a. "forferdiligar sendingar".
Eitt aftrat Katrin Petersen. Man kann gott vera kritiskur og tó hóligur. Tað eru tíbetur nógvir aðrir journalistar, sum eru tað.