Jenis av Rana
Í samrøðu millum Katrin Petersen, journalist, og Jóannes Ejdesgaard, løgman, í Dimmalætting leygardagin, fáa vit innlit í, hvør veitir løgmanni høvuðsíblástur ( spindoktari?). Talan er um amerikanskan succesrithøvundan Richard Florida, ið m. a. hevur skrivað bókina »den kreative klasse«, ið løgmaður vísir til.
Tað er í hesari samrøðu, at løgmaður slær hondina av útjaðaranum, og enn einaferð nýtir høvið til ikki at virða ta Løgting, sum við demokratiskari atkvøðugreiðslu feldi uppskot um broytingar í sokallaðu antidiskriminatiónslógini.
Men tað er ikki so løgið, tí sambart dr. Florida er eyðkenni fyri hesi sonevndu kreativu umhvørvini, sum løgmaður er so eggjaður av, júst eitt sonevnt høgt Gay index.
Fari at loyva mær at spyrja Katrin, í sínum eginleika av journalisti, um hon ikki kann greiða okkum lesarunum frá, hvør hesin spindoktarin, Richard Florida, er. Um alt er so trúvert, ljósareytt og góðkent, sum hann kemur við. Og um teorir hansara so ómakaleyst glíða niður og broyta aðrar leiðarar, sum vit uppliva at tær hava broytt løgmann. Ikki bert tykist hesin hava fingið hugskotið um at geva útjaðaran upp (les greinina í Dimmu farna leygardag) beinleiðis frá Mr. Florida, men eisini hugsan sína um at sleppa arbeiðaraklassanum upp á fjall.
Niðanfyri loyvi eg mær stutt at endurgeva smá brot úr viðmerkingum hjá einum av mongum viðmerkjarum, ið bæði síggja vandar, men eisini beinleiðis skeivleikar, í hugsanum Floridas.
...mit gæt er, at Floridas bøger vil være billigt til salg om få år og fylde godt op i antikvariaternes bogkasser...
...kritikere har f.eks. været inde på, at de amerikanske byer, som Florida selv nævner som hjembyer for den kreative klasse, ikke er steder med nævneværdig vækst. Vækst finder man ikke i New York eller San Francisco, men derimod i Detroit og andre ikke særligt hotte ...byer som Reno, Boise, Orlando, Las Vegas og Salt Lake City. De er måske ikke så smarte, men de laver til gengæld gysser og opdyrker nye markeder. Imens har Floridas yndlingsbyer Boston, Chicago og Minneapolis, ja, hele Euro-Amerika, faldende vækstrater. F.eks. har eurobyen Seattle samme indbyggertal som i 1960, men nu med halvt så mange børn. Det er den kreative klasses bagside: Den kan ikke få børn...
...at bøsser og lesbiske eller åbenhed tilmed skulle være godt for en by økonomisk er også tvivlsomt... hvis Det åbne samfund er Floridas mål, kan man frygte for, at han ikke ser dets fjender. At alle i deres iver efter at være kreative og tolerante ser stort på at være produktive. Her er et nyt motto til den 1. maj: Arbejdere i alle lande, slap af! Men er det sådan, vi skaber vækst?...
Okkara (Miðfloksins) ráð til løgmann eru annars óbroytt. Lat okkum seta álit á eina heilt aðra bók og rithøvunda hennara, tá verða vit ikki svikin. Um tað eru dømini margfald frá persónum í hópatali, frá bygdar- og býarsamfeløgum og enntá londum. Fái vónandi innivist í einum av komandi bløðum at greiða frá undri sum hendi, tá eitt heilt býarsamfelag valdi at fylgja vegleiðingum Skaparans.
rana@post.olivant.fo