Sum forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, og tískil avvarðandi av bussleiðini, tykir mær, at neyðugt er við eini viðmerking til útsøgnina hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, soleiðis at lesarin fær innlit í rætta samanhangin í hesum máli.
Borgarstjórin verður endurgivin fyri at siga, at hann er bjartskygdur um málið, at hann í hvussu er, er øgiliga positivur fyri tí, og at hann metir tað vera rætt, at búfólkið í Kirkjubø og á Velbastað fáa tað bussambandið, sum tørvur er á.
Men tað, sum Heðin Mortensen ikki sigur, er, at hann sjálvur, sum borgarstjóri og harvið eisini sum formaður í fíggjarnevndini, ikki hevur viljað tikið undir við einum meiriluta í teknisku nevnd um at játta nakrar túsund krónur til at seta eyka túrar inn í verandi bussleið til Velbastaðar og Kirkjubøar. Hettar hendi bæði í fíggjarnevndini 23. januar og aftur í býráðnum 27. mars, eftir at undirritaða hevði kravt málið fyri býráðið.
Tíverri vendi tíðindamaðurin sær ikki til undirritaðu, sum ábyrgdarhavara av bussleiðunum í kommununi at fáa málið gjølliga og rætt lýst. Lesarin kann somuleiðis fáa ta misfatan, at ókeypis koyringin ikki er galdandi fyri hesa farleiðina. Men so er ikki, tí sjálvandi er bussleiðin til Velbastaðar og Kirkjubøar eisini ókeypis.
Fyrrverandi Kirkjubøar kommuna skrivaði undir ein langtíðar sáttmála við bussfelagið, sum røkir leiðina í dag, ið røkkur heilt fram til 2010. Hetta gjørdi gamla bygdarráðið vælsaktans, tí at tey hava verið nøgd við farleiðina og/ella við ótta fyri at fáa tað verri undir Tórshavnar kommunu. Men tíðin stendur ikki í stað, og greitt er nú, at borgarar heimanfyri hava eina nógv verri bussleið, enn onnur í kommununi. Ímillum politikarar í kommununi er ikki sjáldan at hoyra slíkt sum: tey kunnu ikki vænta sær alt beinanvegin – tey hava fingið nýggjan dagstovn, reinsiverk v.m., og tískil hevur ikki verið undirtøka fyri at siga verandi sáttmála upp. Í 2010 ganga allir bussáttmálar kommununnar út, og arbeiðið er byrjað við at gera nýtt útbjóðingartilfar fyri allar bussleiðirnar; og tá skulu øll javnstillast í kommununi.
Lagt kann verða aftrat, at semja fekst í teknisku nevnd hóskvøldið 18. sep. um at víðka koyringina heimanfyri beinanvegin við tveimum túrum gerandisdagar, tað ið eftir er av árinum, og at áheitanin frá borgarum í Kirkjubø og á Velbastað um betri bussamband verður tikin við í fíggjarætlanina fyri 2009.