Súni vísir í grein síni á nógv av tí, sum er hent á havnalagnum seinastu árini, og á ætlanir, sum kommunan hevur í framtíðini. Alt hetta er sjálvandi at frøðast um. Eisini sigur Súni, at Nes kommuna hevur stívliga 3 milliónir krónur at arbeiða við á havnalagnum í ár. Rætt er tað.
Men á almenna bygdaráðsfundinum hin 11. mars í ár, mæltu vit í fíggjarnevndini bygdaráðnum til at flyta óbrúkta íløgu frá 2001 uppá kr. 1.180.000 til at brúka á havnalagnum í ár. Hesum atkvøddi øll tekniska nevnd við Súna í Hjøllum á odda ímóti. Tilmælið bleiv tó samtykt, men ikki við stuðli úr teknisku nevnd.
Fíggjarnevndin mælti eisini til at vekta íløgur á havnalagnum í ár við 50%, soleiðis sum avtala er gjørd um millum Føroya Landsstýrið og Kommunufeløgini. Á henda hátt kundu vit koma uppá eina samlaða íløgu á havnalagnum uppá stívliga 3 milliónir krónur. Eisini hesum tilmæli atkvøddi Súni í Hjøllum ímóti. Hetta tilmælið bleiv tó eisini samtykt. Um áhugi er fyri tí, ber til at fara inn á kommunuskrivstovuna at lesa úr gerðabókini frá fundinum.
Jú, rætt er at Nes kommuna hevur stívliga 3 milliónir krónur tøkar til íløgur á havnalagnum í ár, men tað er altso ikki við stuðli frá Súna í Hjøllum at upphæddin er komin so langt upp, tí avsettar vóru upprunaliga bert 400.000 krónur.