Viðmerking til grein hjá Árna Dahl í Dimmalætting týsdagin 04.12.01

Góði Árni!


 

Góð grein, sum eg taki fult undir við, tí tað harmar almikið, tá tær góðu ætlanir við upplýsing og tíðindaflutningi og orðaskifti og øðrum, sum tey ymisku bløðini settu sær fyri at bera út til fólk, av ymiskum orsøkum í vissum førum vórðu bendar á skeiva leið, og sum tú skrivar, at spilla kom í. Tú nevnir nógv bløð, men eg haldi, tú hevur gloymt Fjúrtanda, sum í 60-unum áhaldandi kallaði Petur Mohr Dam fyri Petur Morð Dam. Man merkt die Absicht und wird verstimmt. Tað var hugtungt ta tíðina, at síggja hatta upp á prent. Vónandi er tað av misgáum, at tú ikki hevur tikið eitt slíkt dømi við í grein tíni.