Í sambandi við spurningin sum varð sendur GMF um alment innlit í FSF og sum var svaraður ógvuliga greitt av Sigmundi Poulsen, løgfrøðingi, sat føroya fólk eftir við tí fatan, bæði av innsenda spurninginum og viðgerðini av spurninginum í seini heild at FSF fær millióna upphæddir frá tí almenna, men hetta er ikki veruleiki.
Sambært fíggjarætlanini hjá FSF fyri 2006 og sum varð løgd fram á aðalfundi FSF's í februar, er samlaða inntøkan hjá FSF í ár mett til umleið 18 mill. kr. og av hesum er samlaði stuðulin frá landinum 980 túsund kr. og svarar hetta til umleið 5,5% og er hetta á leið tað sama sum hevur verið galdandi seinastu árini.
Við tað at sendingin GMF ikki gjørdi vart við hetta beinanvegin, hóast biðið varð um tað, eru hesar reglur skrivaðar.
Takk til GMF manningina annars fyri góða sending.
Við ítróttakvøðu
Ísak Mikladal
aðalskrivari í FSF