Viðmerking til fimmaran

Í fimmaranum í farnu viku var evnið umsetiligheit í fiskidagaskipanini. Hvussu langt røkkur lógin?

Skal skottið setast millum útróðrarflotan og hin partin ,tá talan er um samanlegging og flyting av veiðiloyvum og hartil hoyrandi fiskirættindi?

Eg haldi, at sendingin lýsti væl teir spurningar, sum taka seg upp í hesum sambandi, men eg havi hug at taka nakað fram, sum kanska ikki varð nomið við í sendingini, og sum eisini er ein av grundgevinginum fyri, at útróðrarmenn vilja hava skottið millum útróðrarflotan og tey størru skipini.

Eg var sjálvur staddur á loftinum í Tinganesið, tá álitið um endurnýggjan av skipaflotanum var lagt fram. M.a. varð víst ein grafisk mynd av rakstrarúrslitinum hjá feskfiskaflotanum oman fyri útróðrarstøddina. Tað sást týðuliga, at eitt lop var uppeftir nakað inn í 90´ini, og komst hetta ikki av, at raksturin hevði betrað seg vegna gott fiskarí og høgam fiskaprís, nei tað var tann ovurhondsstóra saneringin, sum setti síni spor.

Tað eru tí fleiri við mær, sum halda, at henda saneringin ger, at hasin parturin av flotanum í dag er betri førur fyri at keypa sær rættindi frá hinum partinum, sum lítla og onga sanering fekk. Hugsa vit so um, at henda skuldaravskriving fyri ein part verður goldin av føroyska skattaborgaranum (bankasaneringin), so er tað lutvíst við almennum peningi og styrki, at tann »sterkari« parturin av feskfiskaflotanum keypir sær fiskirættindi.

Lopfjølin, sum bólkarnir fingu at seta frá inn í marknaðarbúskapin, er ikki eins fyri allar, tí mæla vit til, at skottið verður sett ímillum.

At enda skal eg gera vart við at Klaksvíkar Útróðrarfelag eisini var við á umboðsnevndarfundinum hjá MÚ 7. februar. Tíverri var navnið ikki komið við.


Chris Jan Michelsen