Feløgini mótmæla harðliga, at greinin skuldsetir limir í feløgunum fyri at misnýta skipanina við bonusstigum, tá tey ferðast fyri tað almenna.
Tað var ikki meiningin við greinini at leggja eina heila stætt undir illgruna, og um tað er fatanin, sum liggur eftir, so biði eg hervið alment um umbering.
Tað kundi ikki fallið mær inn at lagt eina heila stætt ella ein heilan starvsbólk undir at snýta við almennum skattakrónum. Eftir mínum tykki stendur tað heldur ikki í greinini. Strikað var staðiliga undir, at flestøll uppføra seg hampiliga, tá tey ferðast í almennum ørindum. Og Sosialurin hevur onga orsøk at ivast í, at fólk í almennum starvi ferðast og gista á bíligasta hátt uttanlands.
Tað, sum ein kelda í ferðavinnuni greiddi Sosialinum frá, var at hon visti um nøkur ítøkilig dømi, har dýrari ferðaseðlar og hotell vóru vald fram um bíligari, tí tað gav fleiri bonusstig. Greinin var skrivað við støði í hesum fyri at vísa á veikleikar í skipanini.