Viðmerking frá HSF
Í grein í Dimmalætting herfyri varð sagt, at ógreiða er á og ongar reglur eru fyri, hvussu nógvir útlendskir leikarar kunnu vera á einum hondbóltsliði. Ávísur persónur, sum hevur verið rættiliga innarliga í Hondbóltsambandinum og hevur verið á aðalfundi hesi seinnu árini, tykist sáa iva um henda spurning.
Her skal ikki verða nomið við, hvørt tað er gagnligt ella ikki fyri føroyskan hondbólt, at útlendskir leikarar eru í føroyskum hondbólti, og hvat eitt hóskandi tal hevði verið. Hetta kunnu ymsar meiningar vera um.
Men heilt greitt er tó, at á seinasta regluliga aðalfundi í Hondbóltsambandinum var samtykt, at talið á útlendskum leikarum á føroyskum hondbóltsliði kann vera upp í 3. Reglan er sostatt heilt greið.
Tá tað í greinini eisini verður sagt, at ?stór ósemja er um_.?, og seinni ?Tað tykist kortini ikki at vera semja millum hondbóltsáhugaði í málinum um útlendsku leikararnar....?, so er hetta óivað rætt. Men munur er á hugtøkunum ?hondbóltsáhugaðum? og ?aðalfundinum í Hondbóltsambandinum?. Aðalfundurin í Hondbóltsambandinum er limafeløgini og teirra limir.
Greinskrivarin sóknast eftir, nær Hondbóltsambandið fer at taka umrødda mál til viðgerðar. Honum til kunningar skal verða sagt, at greiðar reglur eru eisini fyri, hvussu mál verða viðgjørd og samtykt í Hondbóltsambandinum. Reglan viðvíkjandi útlendskum leikarum er greið og er galdandi, til ein nýggj regla er samtykt á lógligan hátt. Ikki er heppið at broyta reglur fyri kappingar í einum kappingarári.