FERÐ
Tað hevur sínar fyrimunir at vera politikari. Av og á fáa hesir okkara útvaldu tilboð, ið kanska ikki beinleiðis fella øllum í lut.
Hvørt ár sleppa tveir føroyskir politikarar, umframt løgmann, til New York á ST-aðalfund. Føroysku politikararnir eru partur av teirri donsku sendinevndini, ið fer yvir til New York, har ST hevur høvuðssæti. Í ár er eitt sindur øðrvísi, tí Danmark hevur formansskapin í ES, sostatt verður Danmark talsmaður hjá ES á øllum økjum, og hetta krevur nógva orku. Tískil verður bert tann eini luttakarin boðin við til New York úr Føroyum.
Føroyingar hava so gjørt at býta uppgávuna millum tveir. Talan er Katrina Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, og Jógvan við Keldu, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin.
Tað eru danir, ið gjalda fyri alt gildið. Døttrina, ið Katrin ætlar at taka við sær, má hon tó sjálv gjalda fyri.
Vit vóru ein túr framvið hjá Katrini og hennara fólki á Villingardalsvegnum.
So nógv sum gjørligt
Fyri Katrina Dahl Jakobsen er hetta fyrstu ferð, at hon fer yvir til New York. Vanliga gongur tað uppá skift millum flokkarnar, og hesa ferð átti so Javnaðarflokkurin tørn. Katrin var fyri fyrstu ferð vald inn á ting í 1998 og varð afturvald á valinum 30. apríl í Suðurstreymoyar valdømi.
Við sær til New York hevur hon dóttur sína Edith. Tað er langt frá óvanligt, at politikarar taka familjuna við sær, og tað verður eisini lagt upp til. Luttakararnir í øllum førum teir føroysku fáa eina stóra íbúð á einum hotelli, har pláss er fyri familjuni.
Í hesum førinum verður kortini ikki talan um alla familjuna, tí boðini um at Katrin skuldi til New York komu so seint, at tá hevði maður hennara longu spælt sær av við sína summarfrí, og hansara túrur og túrurin hjá yngsta soninum má bíða til eina aðru ferð.
Hyggja vit eftir skránni hjá Katrini í New York, so skal hon fyrst og fremst vera partur av donsku sendinevndini. Hon verður mest við sum eygleiðari, og hon sleppur valla til orðanna á nøkrum fundi.
Málið er at fáa so nógv burturúr sum gjørligt, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Tað nógva av tíðini verður nýtt til generaldebattina , sum verður í átta dagar. Har spælir Danmark ein lyklaleiklut við formansskapinum í ES.
Eisini verður eitt kjak um Afrika á skránni.
Eisini er vert at nevna, at Katrin við tvey høvið fær møguleikan at vera saman við Fríðrikki krúnprinsi. Hetta verður við ein deligatiónsfund og til ein døgurða.
ST-aðalfundurin er í døgunum 10. september til 5. november. Katrin verður í New York til fyrra partin av aðalfundinum frá 10. september til 1. oktober.
Praktikk
Sum nevnt hevur Katrin døtturina Edith við sær til New York. Edith er fjúrtan ára gomul, og hon gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum.
Meðan Edith er yviri í New York fyllir hon fimtan ár, soleiðis at hon sleppur at halda føðingardag í The big Apple.
Tað eydnaðist Edith at fáa frí úr skúlanum til at fara til New York, men hetta merkir ikki, at hon sleppur undan skúlatingunum. Bøkurnar og heimaarbeiði eru við í taskuni, og mamman fer at hjálpa henni við skúlaarbeiðinum.
Sjálv roknar Edith við at fáa eitt gott upplivilsi í New York. Meðan mamman er á fundi, má hon undirhalda sær sjálvari, men hon sleppur at ferðast sum hon vil í ST-bygninginum, men mamman ætlar ikki at loyva henni at ferðast einsamalla í New York. Hon verður tó ikki meira einsamøll enn, at hon fær vitjan av stórabeiggja sínum og konu hansara í tvær vikur.
Meðan hon er í New York fara floksfelagarnir í praktikk. Hetta hava tey eisini funnið eina loysn uppá, tí Edith fer so bara í praktikk hjá einum politikara, sum altso í hesum førinum eisini er mamma hennara. Tá hon kemur aftur til Føroya fer at royna seg sum lærara í Eysturskúlanum í eina viku.
- Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu alt virkar har yviri og fáa eitt innlit í politiskt arbeiði, sigur Edith Jakobsen.
11. september
Tær báðar leggja leiðina vesturum hav 10. september, og dagin eftir verður stórt hátíðarhald í sambandi við ársdagin fyri yvirgangsatsókninar hin 11. september í fjør.
Skipað verður fyri stórum hátíðarhaldi, og pláss er sett av í skránni, soleiðis at tær báðar sleppa at uppliva tað nógva hátíðarliga, sum amerikumenn jú eru so kendir fyri.