Við Múrin: Eingin fígging

Loksins kom dagurin, har lønin frá Múrinum skuldi flytast til tónleikararnir. Men nú gera fyrireikarar greitt, at enn er eingin fígging komin, og tí verður eingin løn goldin Í dag er dagurin, ið fyrireikarar handan festivalin við Múrin skuldu rinda løn til tónleikarar og arbeiðsfólk.

Fyri okkurt um 14 døgum síðani var ein teldupostur sendur til tónleikararnir, ið framvegis ikki høvdu móttikið løn. Í teldupostinum stóð greitt tilskilað, at lønin bleiv flutt áðrenn 1. September. Men enn er eingin løn komin.

 

 

Royna framvegis at finna fígging

Í tí víðagitna teldupostinum stóð eisini at lesa, at fyrireikararnir gleddust um, at peningur var fingin til vega, men orsakað av summarfrítíð og øðrum viðurskiftum varð ikki gjørligt at fáa peningin útgoldnan áðrenn 1. September. Men hetta er eftir øllum at døma ikki so.

 

-Eg vænti og vóni, at øll í Føroyum nú hava neyðuga kunningina um, at okkum tørvar fígging til millum annað at gjalda samsýningar við, og at vit støðugt arbeiða við at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, so vit kunnu halda áfram at fyrireika festivalin til næstu ferð. Tað er okkara einasta mál beint nú. Sum støðan er hava vit sostatt ikki fingið fíggjarviðurskiftini uppá pláss, og vit hava longu boðað teimum flestu frá hesum, sum enn ikki hava fingið sína samsýning, sigur Mark Joensen.

 

Í telduposti í dag ger Mark Joensen sostatt greitt, at fíggjarviðurskiftini enn ikki eru komin í rætt lag.