Nýtt frá Alphabeat
Danski poppbólkurin Alphabeat, sum av álvara hevur havt undanvin í Breltandi seinasta árið, er nú klárur við nýggjari útgávu. Heitislagið frá nýggju útgávuni, The Spell, hevur longu verið á hitlistum í Danmark og aðrastaðni, og mong bíða við spenningi eftir nýggju útgávuni frá poppbólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani vann sær nógvar fjepparar við veitslukendum, løttum poppi.
Alphabeat – The Spell
Copenhagen Records 19/10
Populerir drykkir
Í morgin er Lívsstílsstevna í Havn, og tú kanst millum annað læra teg at gera teir best umtóktu drykkirnar í náttarlívinum í Havn. Tveir av barrvørunum á Hvonn fara at vísa fólki, hvussu tey kunnu gera eitt nú ein Cosmopolitian ella ein Mojito.
Lívsstílsstevn í Havn
17/10 kl. 18.30
Risar bresta saman
Í Champions League fótbóltskappingini eru ikki allir teir innleiðandi dystirnir líka lokkandi, men tað verður ein dystur millum tveir suðureuropeiskar risar, tá ið Real Madrid og AC Milan hittast í Madrid mikukvøldið. Hetta eru millum best vinnandi liðini í europeiskum fótbólti nakrantíð, og roknað verður við stórari hyggjaratali, tá ið sjónvarpsstøðirnar fara at senda dystin. Og so er spurningurin, hvussu tað endar, tá ið brasilski stórspælarin Kaká fer at spæla ímóti gomlu liðfeløgunum.
TV3+
21/10 kl. 19.45
Elskuliga Ekdahl í Føroyum
Lisa Ekdahl kann um vikuskiftið upplivast á tveimum konsertum í Føroyum. Svenska songkvinnan við sterku og sjermerandi røddini og teimum frálíku sangunum kann hoyrast í Runavík og í Havn um vikuskiftið. Leygarkvøldið spælir Ekdahl í Løkshøll í Runavík, og í sunnudagin fer hon á pallin í Norðurlandahúsinum í Havn. Báðar konsertirnar verða klokkan 20.
Konsertir
Runavík 17/10 kl. 20
Tórshavn 18/10 kl. 20
Hvat eyðkennir rættar avgerðir?
Í sambandi við Faroexpo, sum verður hildin í Runavík næstu vikuna, verða nógv tiltøk. Eitt av teimum er eitt ráðstevna um nútímans leiðslu. Ein av teimum, sum fer at halda fyrilestur, er Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron. Hann fer at hugleiða um, hvat eyðkennir rættar avgerðir. Niels Christian byggir sín fyrilestur á royndir sum stjóri, og ein av spurningunum, hann fer at tosa um, er um tað í ávísum førum er meira tydningarmikið at seta kós enn at seta rætta kós.
Løkshøll
21/10 kl. 13
Søgan um Swayze
Amerikanski sjónleikarin Patrick Swayze doyði í september mánaði, eftir at hann í eina tíð hevði verið sjúkur av krabbameini. Hendan bókin var skrivað liðugt stutt fyri, at hann doyði, og greiðir frá lívinum hjá honum. Patrick Swayze hevur skrivað bókina saman við konu síni, sum hann livdi saman við, frá tí hann var 18 ára gamal, og til hann doyði. Hetta er teirra inniliga søga um eitt lív saman.
Patrick Swayze & Lisa Niemi
The Time Of My Life
List og kvirra
Týskvøldið verður list og kvirra í Glyvra kirkju. Listamaðurin Heðin Kambsdal sýni fram verk, og fólk kunnu njóta kvirruna í kirkjurúminu og tendra ljós í ljóskolbuni.
Glyvra Kirkja
Týsdagin 20/10 kl. 20
Ídnaðarrockur úr Týsklandi
Týski rockbólkurin Rammstein gevur í dag út sína sættu útgávu. Bólkurin, sum hevur uppruna í Berlin, hevur síðani 1994 verið kendur fyri at spæla tungan rocktónleik – oftast á týskum máli. Limirnir í bólkinum eru teir somu, sum vóru við fyrstu tíðina, og tað er helst eitt sindur sjáldsamt.
Rammstein – Liebe Ist Für Alle Da
Universal Music 16/10