Við luftbussi til Fugloyar

Tað er nógv skilabetri at gera ein rennistrong av Borðoynni til Svínoyar og Fugloyar og flyta fólk við bussi eftir stronginum enn at smíða nýtt skip. Hugskotið eigur Niels Midjord

Samferðsla: Í fleiri ár varð tosað um at smíða nýtt strandfaraskip fyri Másan, ið nú er fallin fyri aldursmarkinum.

Meðan enn varð tosað um hetta kom Niels Midjord við einum heilt øðrum uppskoti, sum hann sendi táverandi Løgmálaráðnum við avriti til Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu. Hetta var fyrst í mai 2008, men einki hevur verið at hoyrt til uppskotið.

Hugskotið er at gera eina loftbreyt av Borðynni, umvegis Viðoynna til Svínoyar og víðari til Fugloyar.


Hann hugsar sær, at breytin, rennistrongurin, skal byrja við tunnilsmunnan í Breytardali við Norðtoftir. Haðani skal breytin gerast 3,7 km á Skák yvir um Hvannasund til næsta festið við Handaru Gjógv uppi á Skarðhamri á Viðoynni. Síðan koma nakrir gálgar yvir um reynið. Triðja festið verður, tá ið farið verður av aftur Reyninum við gjónna í Reyðurók. Haðani skal so gerast ein 4,7 km long breyt yvir um Svínoyarfjørð til fjórða festi oman fyri Longurók á Keldufjalli í Svínoy. Nakrir gálgar mugu so gerast niðan á sjálvan tindin á Keldufjalli og oman aftur ímóti eggini norðanfyri. Breytin fer víðari oman ígjøgnum Vatnsdal, har steðgiplássið í Svínoy verður. Har má ein 1,7 km langur vegur gerast at knýta í verandi uppdyrkingrveg Yvir í Dal. Síðan fer breytin yvir um Fugloyarfjørð og endr á Krossi í Fugloy. Tað er har, sum vegurin millum Hattarvík og Kirkju r hægstur.


Prísurin veldst um tilfar

Samanlagt skulu brúkast 14,5 km av veiri. Niels Midjord heldur, at SEV bæði eigur amboðini og servitanina til at gera arbeiðið.

Honum vantar servitanina til at gera kostnaðarmeting av ætlanini, men hann hevur kannað kostnaðin á veiri. Vanligur veirur hevði kostað umleið 3 mió. krónur. Verður brúktur veirur úr einum lættari evni, ið er tað sama, sum veirarnir hjá summum trolarum er av, hevði veirurin kosta í mesta lagi 7,5 mió. krónur.


Ein bussur skal flyta fólk og farm eftir stronginum millum oyggjarnar og skal drívast fram við propellu. Hann skal kunna koyra skjótt og kunna taka eini 20 fólk.


Niels Midjord heldur, at eitt nú bilverksmiðjan Saab í Svør+iki kundi gjørt ein slíkan luftbuss.


Bíligur í rakstri

- Ein slík loftbreyt hevi ivaleyst verið bíligari í rakstri enn eitt skip, tí hennni man ikki nýtast fler enn eitt fólk sum førara. Haraftrat hevði hon ivaleyst verið meira reglulig og væl skjótari! Tað skuldi ikki tikið meira enn 7-10 minuttir frá Fugloynni og til Borðoynna, so henda leiðin skuldi lættliga kunna samskipast við leið 500 til Viðareiðis, skrivar Niels Midjord í viðmerkinginum til ugskot sítt.


Hann leggur aftrat, at loftbreytin í sjálvum sær hevi verið eitt ferðamál hjá fremmandafólki, umframt at svínoyingar og fugloyingar kundu havt stórt gagn av henni.


Tað eydnaðist ikki í dag at faa fleiri viðmerkingar frá Nels Midjord, og hvørki borgarstjórin í Fugloy ella í Klaksvík hava verið at hitt.