Meðan landsliðsspælararnir løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar ímóti Portugal, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen
Fyri at síggja samrøðuna - TRÝST HER
Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Portugal, sum verður hósdagin klokkan 19:45. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og nú verður bara bíðað eftir sjálvum dystinum ímóti europameistarunum.
Undan seinastu venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, og hann gleðir seg til dystin, sum uttan iva verður ein stór avbjóðing fyri okkara menn.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Byrjað verður at senda longu klokkan 15.30 við upptakt til U21 landsdystin móti Danmark. Síðani heldur Rás2 fram til 3. Hálvleikur hevur verið eftir landsdystin móti Portugal.