Til eldri avlamin, parkinsonsjúk og onnur við líknandi kroniskum sjúkum.
Sum politikari fegnist eg um, at borgarar og feløg vísa áhuga, og arbeiða fyri at betra um viðurskiftini hjá gomlum og sjúkum, eisini tá tað kemur til viðlíkahaldsvenjing.
Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað!
Afturvendandi fundir við, eitt nú, fólk við parkinsonsjúku, hevur givið úrslit.
Og í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni kundu vit gleðast um, at lógin var komin í gildi.
- at hjálpa við viðlíkahaldsvenjing til heimabúgvandi fólkapensionistar, ið vegna ellisbrek ella sjúku hava týðandi og skert virkisføri, og sum hevur týðandi ávirkan á hvussu sjálvhjálpin fólkapensionisturin er.
Umsitingin í Tórshavnar kommunu er farin i gongd við at skipa tilboðið, soleiðis at vit kunnu byrja við teim fyrstu í januar 2021.
Hetta er ein liður í arbeiði við fyribyrgjan og heilsufremjan – teim eldru til virkisføri og lívsdygd.
Bergun Kass,
býráðslimur og valevni fyri Framsókn