Borgarstjórin í Runavíkar kommunu er ikki nógv fyri at breggja sær av, at skúlaøkið í kommununi verður sambært hagtølunum hjá Hagstovuni betri røkt, enn bæði í Klaksvík og Havn. Hann er kortini rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at kommunan letur meir til skúlaøkið, enn hinar báðar stóru kommunurnar í landinum.
-Eftir kreppuna var neyðugt við nógvum ábøtum á skúlarnar í kommununi, og tí vórðu nógvir pengar settir av til viðlíkahald av skúlanum gjøgnum øll nítiárini. Vit hava fýra skúlar, so útreiðslurnar til viðlíkahald eru stórar, og júst tað má verða ein orsøk til, at vit liggja so ovarliga í hagtølunum, sigur Rodmundur Nielsen.
Samanlegging
Mentanarnevndin í Runavíkar kommunu arbeiðir við í løtuni at finna loysnir, so skúlaøkið verður bíligari at reka hjá kommununi í framtíðini. Í Runavíkar kommunu eru í dag fýra skúlar. Runavíkar kommuna umhugsar at leggja skúlarnar í Runavík, á Glyvrum, Rituvík og Søldarfirði saman, so raksturin bíligari og skúlaøkið verður lættari at samskipa.
Borgarstjórin, Rodmundur Nielsen dylir ikki fyri, at tað er ein tung byrða at samla allar skúlarnar, og tað krevur nógva orku at finna eina haldgóða loysn. Hann metir kortini, at samanleggingin er neyðug, tí raksturin er ov dýrur at hava so spjatt skúlaverk í kommuni
Skammast ikki
Rodmund Nielsen sigur, at stór orka verður løgd í skúlaøkið í kommununi. Hann heldur, at økið er høgt raðfest, og at kommunan hevur onga orsøk til at skamma seg yvir støðuna á skúlaøkinum.
Spurdur, um borgararnir í kommununi eru nøgdir við støðuna á skúlaøkinum, svarar borgarstjórin, at tað kann væl hugsast, at nøkur eru ikki heilt nøgd um støðuna.
? Tað eru óivað borgarar í kommununi, sum ikki eru so glaðir um nógvu koyringina millum skúlarnar, tí skúlarnir samstarva um sergreinir, men tí málinum arbeiða vit við. Vónandi hava vit funnið eina loysn, áðrenn hetta valskeiðið er av, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu at enda.