”Loven skal være ærlig og retfærdig, taalelig, efter Landets Sædvane, passende og nyttig og tydelig, saa at alle kan vide og forstaa, hvad Loven siger”
Hetta eru vís orð, havandi í huga at tey eru frá 1241. Danir hava eina langa siðvenju á lógarøkinum, og hava í stóran mun dugað væl at smíða lóggávu, ið hóskar til tað danska samfelagið. Orsaka av ríkisrættarligu støðu okkara og tætta tilknýti til danska útbúgvingarkervið hava vit í morgum føri kopiera danska rættarsamfelagið og lógarpraksis fram til dagin í dag. Vit hava kopierað danskar lógir, lógir, sum eru tilevnaðar eitt samfelag til 5 mió. íbúgvar, altso lógir, íð eru passandi og nýtiligar til eitt heilt annað samfelag enn okkara. Hetta er ein siðvenja, vit eiga at gera upp við, tí kopiering av danskari lóggávu og umsiting av hesari er ein beinleiðis atvold til, at almenni geirin er vorðin ein ovurtung byrða fyri tað føroyska samfelagið. Vit skulu hava smidligar lógir, ið eru tilevnaðar eitt íbúgvaratal, sum okkara, lógir, ið eru tillagaðar føroyska samfelagið og føroyska tørvin. Vit hava ómetaliga dugnaligar løgfrøðingar í føroysku fyrisitingini, men tíverri eru hesir í mongum føri ovbyrjaðir og hava ikki neyðugar stundir til lógarsmíð. Við lóg skal land byggjast, og eru vit vald á Føroya Løgting at samtykkja hesar lógir, men vit verða noydd til at geva løgfrøðingunum teir røttu karmarnar og umstøðurnar til lóggávusmíð og seta krøv til, at hesar lógir skulu tillagast okkara samfelag. Hetta er skilagóð fyrisiting og í rakstri bíligari til fyrimuns fyri tann føroyska búskapin.
www.annikaolsen.net
Annika Olsen
Løgtingskvinna og valevni Fólkafloksins