Við kristnum sjónvarpi til 1 mió. norðmenn

Síðani í summar hevur Hanus Jacobsen úr Saltangará arbeitt hjá kristnu norsku sjónvarpsstøðini Visjon Norge.
- Okkara mál er ikki bert at hava eina sjónvarpsrás koyrandi, men at menniskju skulu verða frelst, sigur hann í samrøðu við Sosialin.

- Henda sjónvarpsstøðin er ein ótrúligur máti at koma heim í stovurnar hjá fólki, sigur Hanus.
Visjon Norge er fyrsta kristna sjónvarpsstøðin sum sendir 24 tímar um samdøgrið. Og í dag kunnu fólk í 38 europeiskum londum síggja sendingarnar.
Tað er lítil ivi um, at nógv fólk hyggja eftir sendingunum hjá Visjon Norge. Tað fáa tey prógv fyri nærum hvønn einasta dag.
- Bara í fjør vórðu 500 fólk frelst, eftir at tey høvdu sæð eina av okkara sendingum. Eftir sendingina kundu tey ringja inn, og her vóru fólk hjá okkum til reiðar at biðja fyri teimum.
- Og so vita vit bert um tey sum hava ringt inn. Vit kenna ikki øll tey mongu, sum ikki ringdu inn. Ja, spyrt tú meg, so kalli eg tað fyri úrslit, sigur 18 ára gamli Hanus.

Altíð uppá vakt
Síðani á sumri í fjør hevur hann arbeitt fyri hesa kristnu rásina. Og á nýggjárinum fekk hann í roynd og veru fast starv her.
- Vit høvdu aldrin droymt um at ein sjónvarpsrás kundi verða til so stóra gleði hjá fólki. Tað er í roynd og veru hetta sum heldur flammuni og viljan brennandi hjá okkum.
Nøkur av teimum vóru í ferð við at taka lívið av sær, tá tey vórðu frelst av at síggja onkra sending hjá Visjon Norge. So, - nógv fólk eru á lívi í dag, bara av tí at 30 fólk í Noregi lata seg brúka av Harranum.
Tað er helst so sum Hanus sjálvur sigur:
- Tað er umráðandi at ein altíð er uppá vakt, og altíð er klárur at fylgja Gudi, hvar enn so leiðin ber! Tað kann verða hart og keðiligt í tíðum, men vit standa altíð sum vinnarar í síðsta enda!

Ljóð og ljós
Hanus hevur sjálvur gingið í samkomuni Kelduni í Skálafirði alt sítt lív. Tað hevur ikki bara hann gjørt, men so at siga øll familjan eisini.
Í Kelduni er eitt virkið samkomulív, og teir einstøku limirnir átaka sær fegnir ymiskar uppgávur.
- Eg plagdi at miksa ljóð og var eisini ljósmaður. Og eg var haraftrat við í framleiðsluni av talufløgum.
- Ja, eg hjálpti eisini av og á til í byggingini av samkomuni, men tað var fyri so vítt ikki nøkur uppgáva, greiðir Hanus frá.

Norska vitjan
Í mai mánaði í fjør vóru fólk frá norsku sjónvarpsrásini “Visjon Norge” (TVVN) í Kelduni og gjørdi upptøkur í samband við møtini hjá amerikanska prædikumanninum Rodney Howard Brown.
Hanus var tá ein teirra, sum hjálpti til við ymiskum uppgávum, men var sjálvur ikki partur av upptøkunum.
- Eg helt hetta verða ógvuliga spennandi, tí eg havi altíð dámað væl alt tað, sum hevur við teknikk og útgerð at gera, sigur ungi maðurin úr Saltangará.
Útgerðin teir brúka hjá Visjon Norge er bæði nógv og nútímansgjørd.
- Eg hevði aldrin sæð so nógva útgerð á einum staði, sum hon í upptøkubussinum hjá Visjon Norge .
- So tú kanst ætla, at tað var eitt ótrúliga stórt upplivilsi hjá mær at sleppa at stýra ljóðinum á tí síðsta kvøldinum teir vóru her, sigur Hanus
Her var talan um eitt ungdómsmøti sum kortini ikki varð sent á rásini.
Seinni fekk Hanus fatur á telduadressuni hjá stjóranum á sjónvarpsrásini, Leif Inge. Hann gjørdi ikki mætari enn at spyrja um møguleikan hjá sær at koma til Noregs at arbeiða hjá teimum. Og svarið hann fekk var játtandi.
Hanus gekk um hetta mundið í 1. flokki á studentaskúlanum á Kambsdali. Hann gjørdi hetta árið liðugt, og fór so til Noregs í juni mánaði í fjør.
Saman við honum fór ein ung kvinna, nevniliga Jonna Joensen, sum hann kendi úr samkomuni í Kelduni.

Bera yvir við hvørjum øðrum
Hanus og Jonna vóru ikki meiri enn komin til Noregs, áðrenn tey fóru í sving.
Byrjað varð við einum ungdómsfestivali í norska býnum Hamar. Jonna hevði næstan fæst pláss við kamera, meðan hann var eitt sindur runt í sjónvarpsarbeiðinum.
Jonna hevði royndir við professionellum upptøkum, men Hanus ongar royndir hevði. So hon var nógv meira virkin har. Jonna fór so heim aftaná tríggjar vikur, meðan hann helt fram í TVVN við ymiskum uppgávum.
- Eg fekk onga løn fyrsta hálva árið, men var bara her sum sjálvboðin. Eg skuldi tó kortini ikki gjalda fyri kostin og uppihaldið, sigur Hanus.
Hesa tíðina í studio hevur hann arbeitt nógv saman við einum manni sum eitur Rune Skaren. Hesin arbeiðir sum freelansari, men arbeiðir haraftrat rættiliga nógv fyri bæði TV2, Digitalvision og norska kringvarpið NRK.
Hann er ein av mest eftirspurdu monnum í øllum Skandinavia innan sjónvarpsarbeiði.
- Hann er sera dugnaligur og hann hevur lært meg ótrúliga nógv, staðfestir Hanus.

Bestu myndagóðsku
Stutt eftir at Hanus var komin í studio at arbeiða, keypti sjónvarpsstøðin ein sonevndan HDTV-buss.
Hesin bussurin varð m.a. brúktur til framleiðsluna av Titanic-filminum, og hevur alla útgerð sum teir nýggja sjónvarps-bussarnir hava. Hesin kann geva sjónvarpsmyndir av allarbestu myndagóðsku sum ein fær í dag.
Í løtuni arbeiðir Hanus sum “TOM” í stóra HDTV-bussinum. TOM er faknavnið fyri tann tekniska leiðaran. Á HDTV-bussinum, sum er ein semitrailari, eru seks myndatól.
- Í roynd og veru eru tað bara eg og Rune sum eru førir fyri hesum her á støðini, sigur Hanus eitt sindur errin.
Hanus hevur kortini eisini aðrar uppgávur. Hann er tað, tey nevna ein “uplink-maður”. Ein slíkur maður er lívsneyðugur, tá ein ger beinleiðis sendingar uttan fyri støðina.
- Uppgávan hjá mær er tí at hava ábyrgdina av at fáa samband við fylgisveinarnar og at útvega senditíð, greiðir Hanus frá.
Líkt er til, at Hanus hevur verið væl nøgdur við arbeiðið sítt, og at leiðslan somuleiðis hevur verið væl nøgd við hansara arbeiði.
Frá 1. januar fekk hann nevniliga fasta starvssetan her!
- Tá eg kom á støðina hevði eg ongar førleikar. Eg hevði bara ein ógvuliga stóran áhuga í hesum, saman við fáum royndum frá Kelduni innan ljóð.
- Síðani hevur hesin Rune, verið mestsum ein lærari hjá mær, og hevur lært meg ógvuliga nógv.

1 mió. fólk bíða
Dagarnir hjá Hanusi eru sera ymiskir. Oftast fer hann til arbeiðis fyrrapartin og arbeiðir til midnátt ella longur.
Arbeiðið er ógvuliga fjølbroytt, og inniber arbeiði innan so ymisk øki sum ljóð, ljós og mynd.
Í løtuni arbeiðir hann fyri ein stóran part í kontrollrúminum, har alt, sum skal á skíggjan fer ígjøgnum.
Hann ruddar káplar, leggur nýggjar, og tekur teir gomlu burtur.
- Hetta er sera tíðarkrevjandi arbeiði, tí at alt skal virka alla tíðina. Eg kann til dømis ikki taka ein kápil út, uttan at seta ein annan ístaðin, tí vit senda beinleiðis hvørt kvøld og hava upptøkur um dagin.
- So tað er eitt ógvuliga stórt tíðarpress á okkum sum arbeiða við teknikkinum, sigur Hanus og gevur hetta sum dømi:
- Um vit hava sett eina sending á skránna klokkan 20, ja, so má hon byrja klokkan 20. Tað sita kanska 1 mió fólk og bíða eftir júst mær at fiksa hendan trupulleikan.
- Støðurnar kunnu tí ofta vera spentar millum okkum sum arbeiða her. So vit mugu øgiliga ofta bera yvir fyri hvørjum øðrum her.
- Men hinvegin, vit kenna øll til hetta trýstið.

Káplar og káplar
Tann dagin upplýsingarnir til hesa greinina vóru fingnir til vega, var arbeiðsskráin hjá Hanusi henda:
Hann hevði gjørt ein multikápil í ordan, sum feilur var á. Tvær linjur vóru oyðilagdar, so kápilin mátti loddast av nýggjum. Og so høvdu teir eisini ein fund í tveir tímar.
Farna vikuskiftið var stóra messa LLB (Lyd, Lys og Bildeutstyr) hildin í Oslo. Hetta er norska svarið uppá stóru og nógv umrøddu IBC-messuna í Amsterdam. Her vóru teir frá Visjon Norge eisini við og leitaðu m.a. eftir veitarum av ymiskari útgerð.
- Fram móti vári fara vit haraftrat at fáa tann stóra HDTV-bussin “út á vegin”. T.v.s. at vit skulu leiga hann út, bæði til ítrótt, møtir, ráðstevnur og festivalar.
- Har komi eg, sum TOM á at hava ábyrgd fyri tv-bussinum á nógvum av upptøkunum, og skal haraftrat syrgja fyri at alt riggar sum tað skal. Jú, hetta er eitt spennandi starv, sigur Hanus.
Í hesari vinnuni hava royndir sum oftast líka nógv at siga sum lestur, og tí er Hanus longu greiður um at hann kann saktans brúka hetta í framtíðini.
Nógvir av teimum sum eru í hesi vinnuni eru natúrtalent, og hava tí ongan lestur, men hava ofta betri løn enn til dømis læknar og onnur størv við fleiri ára longum lesnaði.