Við keppi og sólbrillum til barnatiltak

Sunnudagin klokkan 14 verður ein heldur øðrvísi sunnudagsskúli hildin í Meinigheitshúsinum í Havn.

Vanliga er nógvur sangur á skránni við eitt slíkt tiltak, men henda dagin verður serliga nógvur og lívligur sangur, og nógvir dugnaligir tónleikarar við.

Sungnir verða nógvir av kendu sangunum, men ætlanin er at læra børnini og tey vaksnu ein nýggjan sang.

Sum nakað heilt nýtt fáa børnini somuleiðis høvið at royna seg sum rapparar. Og tað er í hesum sambandi at børnini verða biðin um at taka kepp og sólbrillur við.

 

Tiltakið byrjar klokkan 14 og fer at vara í ein slakan tíma. Aftaná verður ein drekkamunnur.