Við Javnaðarflokkinum við róðrið, tryggjar tú rættvísi fyri allar borgarar

Fyri at fáa eitt komandi býráð at virka eftir ætlan, sum eitt samlað býráð, mugu fleiri ting fáast uppá pláss.

Pauli Einarsson

Valevni hjá Javnarflokkinum



Øll umboð sum verða vald, mugu vera við til seinastu avgreiðslu av øllum málum, tá tey koma fyri býráðið við viðmælum frá teimum ymisku nevndunum. Við einum sovornari mannagongd, kann sleppast kann undan slatri og illgitingum um, at onkur býráðslimur hevur verið hildin uttanfyri, og harvið ikki verið førur fyri, at gera sína ávirkan galdandi. Fastar mannagongdir mugu gerast fyri viðger av málum sum koma til býráðsskrivstovuna. Millum annað má tíðarfreist setast á, hvussu langa tíð tað kann taka, at viðgera hvørt einstakt mál. Og syrgja fyri, at øll sum samskifta við býráðið fá svar beinanvegin.


Hvussu tryggjast rættvísið

Fylgjandi vilja vit sum komandi býráð arbeiða við og vísa í verki:

? Upplisting av ymiskum arbeiði sum er sett í verk

? Hvørji nýggj arbeiðir verða byrjað uppá framyvir.

? Hvussu tey verða boðin út.

? Hvør ið hevur fingið hvat arbeiði.

? Alt tað sum kommunan sjálv ikki er førð fyri at gera við sínari egnu manning, skal bjóðast út.

? Tekniska fyrisitingin skal víðkast, soleiðis, at alt útbjóðingartilfar og eftirlit verður gjørt á Býráðsskrivstovuni.


Við hesum verður Tekniska deild betur før fyri, at fylgja við øllum nýggjum krøvum sum verða sett til kommununa, í til dømis umhvørvismálum. Við at bjóða arbeiðir út, sum eru undir eftirliti av einari væl útbúnari tekniskari deild í kommununi, tryggja vit okkum, at politisk vald umboð hava lættari við at viðgera og taka støðu til mál sum krevja gott tekniskt innlit. Harvið tryggja vit eisini skattaborgaran m.a. ímóti, at fleiri kostnaðarmikil mistøk við m.ø. byggiloyvum og allir borgarar fáa somu góðu viðfer.


Setanarviðurskiftir

Onkrar setanartreytir hjá starvs- og hjálparfólki hjá kommununi kunnu dagførast, fyri at betra effektivitetin. Tað skal ikki vera munur á viðurskiftunum hjá einum sum arbeiðir hjá kommununi og einum sum arbeiðir á privata arbeiðsmarknaðinum.


Almennu bygningarnir

Bygningar sum kommunan eigur skulu brúkast meiri. Tí tað er ikki nøkur góð íløga, at bygningar standa tómir og óbrúktir stóran part av tíðini. Nevnast kann t.d. bygningurin har kommunulæknarnir hildu til fyrr. Hesin kundi møguliga verið brúktur til ymiskt virksemi hjá ungdóminum. Harumframt má tað vera møguligt, at hava fleiri tiltøk í bæði ítróttarhøll og skúlahøll.


Vinnu- og útbúgvingarmøguleikar

Vit mugu útvega vinnulívinum góðar møguleikar, at víðka um ella seta ígongd nýtt virksemi. Eisini mugu vit stuðla privatum investorum, sum opna fyri møguleikum fyri almennum stovnum, at leiga seg inn á Tvøroyri. Vit krevja øll, at partar av almennu umsitingini verður fluttir í Suðuroynna, men vit hava sum nú er, ongar bygningar at bjóða teimum. Tí má býráð og vinnulív /investorar arbeiða saman.

Eitt dømi er Almanna- og Heilsuútbúgvingin, sum Landsstýrið hevur samtykt, skal vera á Tvøroyri. Her má byggjast ein bygningur, sum gevur bestu umstøður til hesa undirvísing, samstundis sum næmingar og skeiðluttakarar koma at búleikast í trivaligum umhvørvi.

Eg ivist onga løtu í, at bæði uppskot, projektering og bygging av slíkum skúla, kann gerast av virkjum í oynni. At byggja ein skúla til Almann-og Heilsuútbúgving, gevur størri trygd fyri, at skúlin verður verandi á staðnum, og ikki fær somu lagnu sum Løgtingssamtyktin um vinnuskúlan. Tá varð samtykt, at vinnuskúli skuldi liggja í Hovi, men har er ongin komin enn; hann spjaddur runt aðrastaðni í Føroyum. Tí óttist eg fyri, at nýggja almanna- og heilsuútbúgvingin verður ov løtt at flyta, um hon ikki fær røttu umstøðurnar beinanvegin.

Tað er lítið byggivirksemi ígongd í løtuni, tí hevði bygging av einum nýggjum skúla komið sera væl við hjá byggifyritøkum og innleggjarum í oynni.