Sernámsdepilin: - Nervøs?! Nei, eg eri als ikki nervøs!
Tíggju ára gamla Elisabeth Rubeksen var øgiliga spent í morgun. Kl. 10 skuldi hon enn einaferð á pall í leiklutinum sum Jósef. Staðið var ikki Norðurlandahúsið, men Sernámsdepilin á Frælsinum.
Saman við fleiri øðrum børnum var hon við í leikinum um Jósef, sum vit kenna tað úr Bíbliuni. Og nú skuldi leikurin á øðrum sinni framførast fyri avvarðandi og øðrum.
Tey hava vant henda leikin í eina tíð, og tað var skilligt at børnini dugdu tað, tey skuldu gera og siga.
- Eg haldi ikki, at tað var so ringt at læra tað eg skuldi siga. Og í dag haldi eg bara at eg dugi alt, sigur Elisabeth.
Leikurin varð eisini framførdur í gjáramorgunin. Men av tí av so nógv varð gjørt burtur úr við leikbúnum og leikpalli, varð leikurin so eisini spældur í morgun.
Góð venjing
Tað eru tey bæði Sólmundur Joensen og anna Sofía Restorff sum hava skrivað leikin og lagt alt til rættis.
Tað hevur ikki staðið á at fáa børnini at gera tað, sum tey vóru biðin um. Og tí vóru áskoðararnir í morgun vitni til ein leik sum var sera væl spældur.
Við í leikinum var bæði tónleikur og eitt frásøgufólk, soleiðis at áskoðararnir alla tíðina vistu, hvat fór fram.
Sjálv heldur Elisabeth, at allir leikararnir hava verið óførir, og hava dugað øgiliga væl at spælt sínar leiklutir.
- Og vit halda eisini, at Elisabeth dugir ordiliga væl at spæla Jósef, brýtir ein genta inn, og vil á henda hátt rósa henni fyri høvuðsleiklut sín.
Skeg
Fyri Elisabeth sjálva var hetta bara eitt spæl at vera á palli. Og hon er heldur ikki heilt óroynd við slíkt.
- Eg var við fyri tveimum árum síðani, tá vit spældu leikin um Lítla Gutta.
- Tað var eisini ordiliga skeg, sigur Elisabeth.
Hon hevur ikki tíð at práta meiri, tí nú rópa leikstjórarnir at nú eru bert tveir minuttir eftir til leikurin skal byrja.
- Eg má fara nú, sigur hon. Hon skundar sær inn í rúmið, har hinir leikararnir eru.
Løtu seinni er hon og hinir leikararnir klárir at fara á pallin.