Vanligt er at fara yvir hesa tíðina, og gongur seyðurin har til heystar. Oyggaskorar er eitt gott fitilendi norðan fyri Villingadalsfjall norðan til á Viðoy.
Tað kemur fyri, at menn ganga sær ein túr at hyggja til seyðin, hvussu hann trívist.
Stórur spenningur er altíð um hvør fær tann besta seyðin, tá øll fitilendini eru gingin.