Gongst sum ætlað fer byggingin av røktarheimi á Viðareiði í gongd komandi ár. Eftir ætlan skal tað standa liðugt á sumri 2009, og skal pláss verða fyri 24 búfólkum, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Røktarheimið var boðið út í heildararbeiðstøku, og verður tað byggifelagið Kanjon sum eftir ætlan skal gera arbeiðið.
Kostnaðurin fyri nýggja røktarheimið á Viðareiði verður umleið 30 mió. krónur.
Tað eru Viðareiðis og Klaksvíkar kommunur sum lata røktarheimið byggja.