Viðgongur seg sekan

27 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri einari 11 ára gamlari gentu í Aasiaat, hevur nú játtað seg sekan.

 

27 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt av við eina 11 ára gamla gentu í grønlendska býnum, Aasiaat, kendi ikki gentuna, áðrenn hann framdi brotsverkið. Tað veit Grønlands Politi í dag at siga, og tey upplýsa eisini, at maðurin nú hevur játtað seg sekan í at hava gjørt av við gentuna.

Hendingin fór fram hin 27. november í november í fjør. Um 20-tíðina hetta kvøldið fór hin 11 ára gamla at vitja eina vinkonu, men tá hon ikki var komin heimaftur til avtalaðu tíð, fóru fólk at leita. Tíðliga um náttina varð gentan funnin deyð, og dagarnar eftir varð ein 27 ára gamal maður handtikin fyri drápið.

Kanningarleiðarin í málinum, Simon Andrés, sigur við Sermitsiaq, at einki samband frammanundan hevði verið millum gentuna og mannin, sum framdi brotsgerðina, og sambært kanningarleiðaranum er hetta óvanligt í einum slíkum máli. - Drápsmál í Grønlandi henda oftast millum fólk, ið frammanundan kenna hvønn annan, sigur hann.

Grønlands Politi veit eisini at siga, at maðurin, sum er skuldsettur og afturhildin í málinum, skal mentalkannast. - Vit eru komin rættiliga langt við kanningararbeiðnum, og avgerandi smálutirnir eru longu komnir upp á pláss. Vit hava eina góða søk, sigur kanningarleiðarin.

Simon Andrés vísir á, at hóast hin 27 ára gamli nú hevur viðgingið brotsgerðina, skulu kortini ymisk viðurskifti í málinum kannast og lýsast. - Ein rúgva av tekniskum sporum eru send til kanningar í Danmark, og tað er National Kriminelteknisk Center, sum skal kanna og greina hesi spor, sigur kanningarleiðarin.