Á aðalfundinum hjá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag Kristi himmalsferðardag, verður pallborðsfundur, har Kringvarp Føroya er á skránni
Klokkan 15 Kristihimmalsferðardag verður aðalfundur hjá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag í Meinigheitshúsinum í Havn. Í sambandi við aðalfundin verður pallborðsfundur, har evnið: »Virðisgrundarlagi í Kringvarpi Føroya«.
Tá Kringvarpið var skipað við eini útvarpsnevnd og eini sjónvarpsnevnd, hevði Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag umboð í nevndini. Felagið er ikki umboðað í stýrinum fyri Kringvarpið í dag.
Pallborðsfundurin byrjar klokkan 17, og við pallborðið sita:
Annika Mittún Jacobsen, Theodor E.D.Olsen, Elsa Lervig Østergaard og Roland í Skorini.









