Viðgera tey lokalu arbeiðini

Vikuskiftið 3. til 6. mai verður ársmøtið hjá Heimamissiónini hildið í Nesvík.

Heitið fyri møtini er “Við Meistarans føtur”. Sum nakað nýtt verður hesa ferð lagdur størri dentur á tey staðbundnu arbeiðini um alt landið. Millum annað er allur fyrraparturin leygardagin settur av at tosa um hetta.
Á skránni eru annars møti, gudstænastur, orðaskifti, nógvur sangur eins og tiltøk fyri allar aldursbólkar.